FINA góðkent 6 heimsmet, og vrakað 6 onnur

Altjóða svimjisambandið FINA hevur sambært tíðindaskrivi á www.fina.org í dag góðkent 6 heimsmet, meðan 5 onnur enn bíða av ymiskum orsøkum, og 6 eru kolldømd vegna nýtslu av ólógligum draktum.

Nýggj heimsmet í 50 metra hyli:

  • Joanne Jackson (GBR), 400 frí 4:00.66 (16. mars í Sheffield)
  • Rafael Muñoz (ESP), 50 firvald 22.43 (5. apríl í Malaga)
  • Marleen Veldhuis (NED), 50 firvald 25.33 (19. apríl í Amsterdam)
  • Marleen Veldhuis (NED), 50 frí 23.96 (19. apríl í Amsterdam)

Nýggj heimsmet í 25 metra hyli:

  • Nikolay Skvortsov (RUS), 200 firvald 1:50.53 (11. februar í Skt. Pætursborg)
  • Shiho Sakai (JPN), 100 rygg 56.15 (22. februar í Tokyo)


Heimsmet ið enn bíða eftir góðkenning …

Í 50 metra hyli:

  • Cameron van der Burgh (RSA), 50 bringa 27.06 (bíðar eftir úrsliti frá dopingkanning)
  • Frédérick Bousquet (FRA), 50 frí 20.94 (bíðar eftir úrsliti frá dopingkanning)
  • Felipe Silva (BRA), 50 bringa 26.89 (bíðar eftir úrsliti frá dopingkanning)
  • Federica Pellegrini (ITA), 200 frí 1:54.47 (bíðar eftir hylja-góðkenningar-skjali)

Í 25 metra hyli:

  • Annamay Pierse (CAN), 200 bringa 2:17.50 (bíðar eftir umsókn)

Ikki góðkend heimsmet, øll í 50 metra hyli …

  • Alain Bernard (FRA), 100 frí 46.94
  • Ryosuke Irie (JPN), 200 rygg 1:52.86
  • Anastasia Zueva (RUS), 50 rygg 27.48
  • Anastasia Zueva (RUS), 50 rygg 27.47
  • Yulia Efimova (RUS), 50 bringa 30.23
  • Yulia Efimova (RUS), 50 bringa 30.05

One thought on “FINA góðkent 6 heimsmet, og vrakað 6 onnur”

  1. Tey gjørdu opinbart ein feil við at fylgja boðunum frá FINA, at tillaga Arena X-Glide og so lata nýggju útgávuna inn til test í síðstu viku. Tí nú er ‘gamla’ X-Glide so enn ólóglig, og tí m.a. heimsmetið hjá Alain Bernard í 100 vrakað, av tí at tað ikki var tann draktin sum varð testað nú. Samstundis sum Jaked og Blueseventy sloppu við bara at lata somu, ótillagaðu drakt inn aftur til nýggja test hesuferð, sum varð vrakað seinast.
    http://www.swimnews.com/news/view/6959

Ger viðmerking