Allar superdraktir eru nú loyvdar aftur

Altjóða svimjisambandið FINA kunnger nú í tíðindaskrivi, at allar draktir eru góðkendar, sum vórðu latnar inn til nýggja test í síðstu viku. Tað vil siga bæði tær sum vóru tillagaðar til nýggja test, og tær har framleiðarin helt seg kunna ávísa, at draktirnar ikki kundu fanga luft. Hendan avgerð merkir mest sannlíkt eisini, at øll tey heimsmet nú verða góðkend, sum ivi hevur verið um í seinastuni, av tí at svimjarin svam í einari av hesum draktum.

FINA sigur at spurningurin um ‘luft-fanging í nýtslu’ er kompleksur, at at tað víð vildi kravt nógva tíð at gjørt og íverksett eina brúkiliga test. Hartil halda tey seg eisini muga taka hædd fyri verandi framleiðslu og goymslur hjá framleiðarunum, her í skiftistíðini. Tey lata tí ivan koma framleiðarunum til góðar, og góðkenna tí eina røð av draktum, íroknað Jaked J01, Blueseventy Nero og handan nýggja Arena Powerskin G-glide.

Talan er tó enn um ein positiv-lista, har draktin skal standa á listanum hjá FINA, til at kunna nýtast. Tey fara enn at brúka skipanina við merking og eftirkanning av draktum á heimsmeistarastevnuni í Rom, og tað er enn forboðið at nýta meira enn eina drakt í senn. Tey forbjóða fullkomiliga nýtslu av taping (altso klisturband), og FINA ætlar sær eftir øllum at døma enn at koma við nýggjum og strangari reglum í 2010.

Pressuskrivið frá FINA

PR46 – FINA Executive Meeting / Swimsuits

FINA Executive held a meeting in Lausanne Switzerland on June 19, 2009 to consider the swimsuits approvals under the transitory regulations in accordance with the Dubai Charter.

The Executive reviewed the recommendations of the Swimsuit Commission issued on June 18, 2009 in connection with the swimsuits subject to re-examination further to the first Commission Meeting on May 19, 2009.

The Manufacturers have re-presented their swimsuits with modifications. In certain cases, the Manufacturers have submitted arguments regarding the fact the construction or material of their swimsuits would not create air trapping effects.

The Executive approved the swimsuits as per attached list.

Regarding the application of the criteria, the Executive found that the evidence of “in use” air trapping effect is complex and that it would require considerable time to create and implement comprehensive control mechanisms and test methods which would permit to establish the effect with absolute certainty in connection with particular swimsuits. In a transitory period where the industry had little time to anticipate the requirements, it is also important to take into account that the outcome of the approval process can have substantial impact on existing production and stocks. Therefore, in cases where there was a reasonable doubt as to the effect, such doubt had to be taken into account in the decision concerning the respective swimsuits.

To secure a level-playing field, the swimsuits approved will be available to all swimmers at the World Championships in Rome.

The approved swimsuits will be labelled and will be checked in Rome prior to competition.

The rules regarding shape, use of only one swimsuit and no taping will be strictly applied and controlled in the first call room.

FINA will continue the process of controlling the evolution of swimsuits and will issue new rules including new criteria for 2010.

[og so ein langur listi við góðkendum draktum]

9 thoughts on “Allar superdraktir eru nú loyvdar aftur”

  1. Legg til merkis, at draktir altso skulu vera á hasum listanum, og at tað tí ikki er loyvt at svimja í nøkrum øðrum. Hetta er tann størsti feilurin, haldi eg, at vit nú hava eina skipan sum forbjóðar flestu vanligum svimjibuksum, men ikki superdraktum. Tú kanst ikki longur svimja í einum Speedo Endurance+ stuttibuksum, ella í hvítu snørisbuksunum hjá Crazy, um tú vilt hava eina góðkenda tíð.

  2. “To secure a level-playing field, the swimsuits approved will be available to all swimmers at the World Championships in Rome.”

    Er tað so eitt krav, at um ein drakt skal vera loyvd, so SKAL hon fáast til øll undir HM í Rom? Tað SKAL vera eitt must. Eitt must sum eg persónliga VEIT at FINA bara blakar út í tóman heim, eins og FINA gjørdu upp til HM í Manchester. Har er ikki nakað at koma eftir, og FINA ger einki fyri at producentarnir lúka hesi krøv. Í hvussu so er ikki um producenturin eitur Speedo.
    Tað verður spennandi at síggja til OYL í bringu og firvald hvussu nógvar Jaked 01 vera ímillum tey bestu.
    Brasilia hevur ein junior sum svam 0:59,0 í 100m bringu í einari Jaked 01. Til Paris Open svam sami drongur 1:05,8 í einari LZR. Og hann var niðurtrappaður sum restin av juniorunum… hugnaligt hah?

  3. “Tað verður spennandi at síggja til OYL í bringu og firvald hvussu nógvar Jaked 01 vera ímillum tey bestu”

    – Kunnu vit skaffa nakrar av hesum soleiðis uppá eina viku? Vit mugu jú taka fyri fult nú, at hetta verður støðan fram til HM (og restina av 2009), og handan Jaked sær jú út til at gera mun. So vit kunnu væl vænta at fólk nærri framleiðarunum skunda sær at keypa eina Jaked J01, til at taka eitt sekund ella meira av síni bestu tíð.

  4. Høvuðsvenjarin hjá avstralska landsliðnum er ógvuliga skuffaður, við tað at tey eru bundin av sponsoravtalum við Speedo. Svimjarar kunnu søkja um at sleppa at svimja í aðrari drakt enn Speedo, men summir hava enntá eyka, persónligar sponsoravtalur við Speedo, sum til dømis Eamon Sullivan og Libby Trickett. Tey hava bæði sagt seg vilja vera loyal yvir fyri Speedo, men venjarin hjá Sullivan sigur seg ikki ivast í, at Jaked og Arena X-Glide eru betri enn Speedo LZR.
    http://www.theaustralian.news.com.au/story/0,25197,25674766-601,00.html

  5. OK, tað er Craig Lord sum koyrir á her, so tað skal takast við fyrivarni. Men altso gølan er beint nú, at FINA krevur av framleiðarunum, at allar draktir skulu vera tøkar til allar svimjarar á HM, um tær skulu kunnu nýtast yvirhøvur. Sum onkunsvegna merkir at tær skulu finnast í øllum støddum og í ríkiligum mongdum, til einar 1200 svimjarar, sum kanska enntá kunnu krevja at fáa tær ókeypis.
    http://www.swimnews.com/news/view/6957

  6. LEN gongur ikki við til at nýggju draktirnar koma við til EJM. Danin Søren Korbo hevur vegna LEN sent eitt skriv út.
    Sjálvur haldi eg at tað luktar langt vekk at hetta kemur frá honum nú danir hava grenja so illa um hetta. Hinvegin er tað fínt at Jaked, B’70 & Arena X-Glide ikki eru við til EJM.

    Allir danskir juniorar svimja í eins drakt sum Pál svam í til EJM í Beograd. TYR Tracer Light. Hon er nakað sum ein Speedo FS’II, heldur bara betur vil eg siga, og so kostar hon væl minni enn FS’II gjørdi fyri ikki so langari tíð síðan, nú eru tær væl ikki at finna meira.. ella?

Ger viðmerking