Pál vann bronsu á Paris Open

Pál Joensen vann í dag bronsuheiðursmerki á "Open EDF de Natation" í París, tá ið hann í finaluni í 400 frí svam teinin uppá 3:51.82, har Mads Glæsner svam 3:49.19 og avstralski Edward McKendry 3:51.27. Splitt-tíðirnar fortelja okkum at Pál lá rættiliga trygt nr 2 eftir teir fyrstu 100, heilt tætt uppat Glæsner, men at hann so byrjaði at dragna í mun til Glæsner, samstundis sum McKendry byrjaði at nærkast aftan í frá, til avstraliumaðurin teir síðstu 100 átti ein spurt sum Pál ikki kundi svara aftur ímóti. Men altso bronsu í París, við eini tíð sum er upp ímóti tíðunum hjá teimum bestu, her mitt í tungu venjingini.

Viðmerkingar

Mynd: rokur

Roualt og Kienhuis nr 4 og 7

Gott at kunna svara aftur, eftir at hinir báðir svumu skjótari í 1500 frí :-)

Annars var hasin 92-arin Yannick Agnel imponerandi, við 3:52.90. Tvey ár yngri enn Pál, við eini tíð sum fraklendingar skýra "Nouvelle Meilleure performance Française" ("besta nýggja franska avrik"?).

Mynd: Treshold

2m

Hann er sum eitt fjall hasin Yannick hehe
Annars er at siga um 400m í dag, at Pál hevði sín til dato mest elendiga start. Meiningin var at fara út við Mads, men 2½m aftanfyri við 15m so skuldi hann svimja alt tað hann kundi fyri at venda á 27,0 við 50m puhadada... og so var alt í veruni ov nógv lactat akkumulera. Hevði annars veri ein væl undir 3:50 400m um nú bert starturin var vánaligur, men hann var katastrofalur hehe.
Hann hevur í vikuni upp til kappingina svomi meira enn dupult so nógv sum allir uttan ein í hasari 400m finaluni, so eg vóni ein frískan og skjótan Pál til OYL uttan tó at hann á nakran hátt fær loyvi til at trappa nakað niður. Ohhh tað verður gott at koma heim í egna song, bara í nakrar dagar ;)

Mynd: rokur

Pál nevndur í SwimNews

Fyri líkasum at halda á at irritera Bjarnason, so sigur Craig Lord at Pál er 19, hóast hann er 18 til einaferð í vetur.
http://www.swimnews.com/news/view/6954

The men's race provided a glimpse of the future: Edward McKendry is a 17-year-old Australia already on 3:51.27, with 19-year-old Pal Joensen of the Faroes next in on 3:51.82, while another 17-year-old, talented and tall Yannick Angel (FRA), who likes to wear briefs, came home in a new domestic junior mark of 3:52.90.

Mynd: rokur

Yvirsæddur á SwimInfo

Fraklendingarnir fingu ongantíð skil á hasa www.openedf.com síðuna, og Pál verður tí ikki nevndur sum heiðursmerkjavinnari her á SwimmingWorld Magazine, hóast hann á liveffn.com er bronsumerkjavinnari.