Phelps nær heimsmetinum í 100 firvald

Órakaður og við yvirskeggi svam Michael Phelps á Quebec Cup í Montreal í gjár 100 firvald 50.48 sekund, har heimsmetið hjá Ian Crocker frá HM í Montreal í 2005 er 50.40. Phelps sigur sjálvur at hann er nøgdur við tíðina, “I told myself anything under 51 seconds would be satisfying”. Í viðmerkingunum á SwimInfo.com halda fólk nú, at tað er realistiskt at Phelps verður fyrsti maður undir 50 sekund í 100 firvald, tá vit koma til HM í Rom í summar.


Ger viðmerking