Pál vann bronsu á Paris Open

Pál Joensen vann í dag bronsuheiðursmerki á “Open EDF de Natation” í París, tá ið hann í finaluni í 400 frí svam teinin uppá 3:51.82, har Mads Glæsner svam 3:49.19 og avstralski Edward McKendry 3:51.27. Splitt-tíðirnar fortelja okkum at Pál lá rættiliga trygt nr 2 eftir teir fyrstu 100, heilt tætt uppat Glæsner, men at hann so byrjaði at dragna í mun til Glæsner, samstundis sum McKendry byrjaði at nærkast aftan í frá, til avstraliumaðurin teir síðstu 100 átti ein spurt sum Pál ikki kundi svara aftur ímóti. Men altso bronsu í París, við eini tíð sum er upp ímóti tíðunum hjá teimum bestu, her mitt í tungu venjingini.

4 thoughts on “Pál vann bronsu á Paris Open”

  1. Gott at kunna svara aftur, eftir at hinir báðir svumu skjótari í 1500 frí 🙂

    Annars var hasin 92-arin Yannick Agnel imponerandi, við 3:52.90. Tvey ár yngri enn Pál, við eini tíð sum fraklendingar skýra “Nouvelle Meilleure performance Française” (“besta nýggja franska avrik”?).

    1. Hann er sum eitt fjall hasin Yannick hehe
      Annars er at siga um 400m í dag, at Pál hevði sín til dato mest elendiga start. Meiningin var at fara út við Mads, men 2½m aftanfyri við 15m so skuldi hann svimja alt tað hann kundi fyri at venda á 27,0 við 50m puhadada… og so var alt í veruni ov nógv lactat akkumulera. Hevði annars veri ein væl undir 3:50 400m um nú bert starturin var vánaligur, men hann var katastrofalur hehe.
      Hann hevur í vikuni upp til kappingina svomi meira enn dupult so nógv sum allir uttan ein í hasari 400m finaluni, so eg vóni ein frískan og skjótan Pál til OYL uttan tó at hann á nakran hátt fær loyvi til at trappa nakað niður. Ohhh tað verður gott at koma heim í egna song, bara í nakrar dagar 😉

  2. Fyri líkasum at halda á at irritera Bjarnason, so sigur Craig Lord at Pál er 19, hóast hann er 18 til einaferð í vetur.
    http://www.swimnews.com/news/view/6954

    The men’s race provided a glimpse of the future: Edward McKendry is a 17-year-old Australia already on 3:51.27, with 19-year-old Pal Joensen of the Faroes next in on 3:51.82, while another 17-year-old, talented and tall Yannick Angel (FRA), who likes to wear briefs, came home in a new domestic junior mark of 3:52.90.

Leave a Reply to rokurCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.