Pál varð nr 4 í 1500 frí

Akkurát uttanfyri heiðursmerkjaskammilin, við tíðini 15:21.56, har franski Sébastién Roualt vann bronsu við 15:18.46. Mads Glæsner vann við tíðini 15:08.44, og niðurlendski Job Kienhuis vann silvur við tíðini 15:18.44.

Fraklendingar draga soleiðis saman um teir 1500

18h20 : 1500 nage libre hommes

Victoire assurée de Mads Glaesner, le danois, qui a mener la course dés les premiers mètres. Sébastien Rouault, au tiers de la course pourrait s’interposer sur le podium. L’autre français, Nicolas Rostoucher, en pleine période de travail valide uniquement des données techniques ( meilleure position dans la nage), afin d’envisager sereinement les futures compétitions.

Belle bagarre dans le dernier 100m, Sébastien laisse s’échapper la médaille d’argent pour deux centièmes de seconde…

Sum Google Translate týðir til …

18h20: 1500 m freestyle men

Victory ensured Mads GLAESNER, Danish, who lead the race the first few meters. Sebastien Rouault, one third of the race could come to the podium. Another french, Nicolas Rostoucher, in the midst of working only valid technical data (better position in the swim), to calmly consider the future competitions.

Nice fight in the last 100m, Sébastien leaves out the silver medal for two hundredths of a second …

Splitt-tíðirnar fortelja okkum at Mads Glæsner fór rættiliga greitt fram um hinar beinanvegin, við Kienhuis í hølunum, og so hinar báðar Roualt og Pál rættiliga javnar aftanfyri. Eftir einar 400-500 byrjaði Kienhuis at dragna, so at hann eina løtu var aftanfyri bæði Roualt og Pál, meðan Pál so líðandi tók seg framum, til hann eftir 800 lá sum nr 2. Men eftir kilometurin fór so fyrst Kienhuis framum, og síðani Roualt við einum øgiligum spurti teir síðstu hundrað metrarnar, so at støðan gjørdist tann sum vit nú kenna.

5 thoughts on “Pál varð nr 4 í 1500 frí”

  1. Bjarnason letur frætta úr París, at Pál legði ov varðliga út, og tí mestsum “sovnaði”. Hartil hevði Pál ironiskt nokk tann løgna trupulleika fyri ein føroying, at tað var ógvuliga kalt í París, í mun til seinastu vikurnar í Spania.

    1. Kuldin skal ikki vera nøkur umbering, hatta var bert ein kempu feilsatsning. Meiningin var bara at ansa eftir ikki at fara út líka hart fyrstu 100m sum til DM í Esbjerg. Eitt er at vera varin, eitt annað er at spara seg eftir reyv, og tað var støðan hann kom í. Venjingin er ov tung beint nú til at hann bara kann seta meira á eftir eitt alt ov seint útlegg. Teir sum gjørdust nr. 2 og 3 høvdu hesa kappingina sum teirra meistaraskap fyri í summar, teir hava ikki klára kravtíð til HM. Og tí eru teir enn meira skuffaðir beint nú. Han sum gjørdist nr.3 hevur franskt met uppá 14:55 eitt ella annað, og tað var hann sera langt frá.
      Uppá hestin aftur í morgin, 400m verður nakað sum í Beograd.. catch me if you can!!!
      Góða nátt 😉

  2. Nr 5 við tíðini 15:34.63, har hann lá til at verða nr 1 við 14:57.00? Og so eitt ella annað franskt um at rætta kroppslegu og ‘hyggja kaldliga at komandi kappingum’?

    1. Hann er “bara” í sera tungari venjing 😉
      Og tá er tað upp til dags formin, hann royndi so, men hevði ikki kreftir til tað. Hann skal til HM og brúkar hesa kapping sum okur, altso til venjing, kvalitetsvenjing.

Ger viðmerking