Pál millum favorittarnar á Paris Open

Pál Joensen skal sum kunnugt luttaka á “Open EDF de Natation” í París um vikuskiftið, ið er ein av stóru fyrireikingarstevnunum til heimsmeistarastevnuna í summar. Startlistin telur millum annað eina rúgvu av heimsmetahavarum, men tó so er Pál Joensen í topp 3 í báðum teimum greinum sum hann er tilmeldaður í, 400 og 1500 frí. Pál, Jón Bjarnason og Thurid Kjærbo komu fyrradagin til Paris, eftir at teira báðir hava verið á venjingarlegu í Calella, í Spania síðani 25. mai, og sambært venjarunum Jón er Pál væl fyri.

Merkið í París

(Merkið verður vundið á stong í París)

Luttakarar eru til dømis Libby Trickett, Marleen Veldhuis, Ranomi, Kronowidjojo, Femka Heemskerk, Inge Dekker, Hinkelein Schreuder, Therese Alshammar, Leisel Jones, Kylie Palmer, Alain Bernard, Eamon Sullivan, Fréderick Bousquet, Amaury Leveaux, Grégory Mallet, Fabien Gilot, Filippo Magnini, William Meynard, Randall Bal og Rafael Muñoz Pérez, sum øll eiga galdandi heimsmet, annaðhvørt sum einstaklingur ella sum partur av eini liðsvimjing. Hetta eru svimjarar úr serliga Fraklandi, Avstralia og Niðurlondum, umframt nakrir úr Italia, Spania og USA.

Pál skal svimja 400 og 1500 frí, við tilmeldingartíðunum 3:48.57 og 15:02.80. Í 400 frí er danski Mads Glæsner skjótasti maður við tilmeldingartíðini 3:45.38, síðani franski Nicholas Rostoucher við 3:46.00, og síðani Pál við 3:48.57. Í 1500 frí er tað Rostoucher sum er skjótastur við 14:57.00, síðani Mads Glæsner við 14:58, og síðani Pál við 15:02.80. Aftanfyri Pál er skjótasti 400 metra svimjari tann hálendski Arjen van der Meulen við 3:49.83, og skjótasti 1500 metra svimjari tann belgiski Tom Vangeneugden við 15:11.04.

Paris Open hylurin

(Hylurin í París)

Um vit hyggja at unga aldrinum hjá Pál, so er hann klárt tann skjótasti svimjarin árgang 1991 ella yngri. Næsti 400 metra svimjari árgang 1991 ella yngri er nevniliga franski Yannick Agnel við 3:54.55, og næsti 1500 metra svimjari tann bulgarski Ventsislav Aydarski við 15:46.79.

Til ber at fylgja við stevnuni á heimasíðuni www.openedf.com, umframt at vit sjálvsagt fara at royna at fylgja við her á www.svimjing.com.

5 thoughts on “Pál millum favorittarnar á Paris Open”

  1. Havi nú leitað leingi eftir onkrum slag av ‘live timing’ ella ‘live streaming’ av kappingini í París, men tað frægasta eg finni er altso tíverri bara hetta her:
    http://www.liveffn.com/live/index.php?go=nat_res&idcpt=158&idlng=fra

    Hasin guli rúturin við sjónvarpinum, omanfyri úrslitini, er okkurt slag av ‘live timing’, sum dagførist 45. hvørt sekund.

    Fraklendingar hava eisini ‘live’ frásøgn á http://www.openedf.fo... á fronskum (jubii)
    http://www.openedf.com/accueil-edf-natation/actualites/actualites/oeil-expert-samedi-602262.html

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.