Svøríki sendir bara 13 til HM, tí tey eru ikki betri enn tað sama

Tey sendu 19 til HM í Melbourne í 2007, men bara 13 nú til Rom, tí at “faktum är att svensk simning inte är bättre än så här just nu” (sí www.simma.nu). Liðið er tikið út av förbundskapten Thomas Jansson, og bygt upp runt fýra liðsvimjingar: 4×100 frí hjá monnum og kvinnum, umframt 4×200 frí og 4×100 blandað hjá kvinnum.

Kvinnurnar eru Therese Alshammar, Rebecca Ejdervik, Gabriella Fagundez, Stina Gardell, Petra Granlund, Joline Höstman, Magdalena Kukras, Josefin Lillhage og Sarah Sjöström, meðan harrarnir eru Lars Frölander, Stefan Nystrand, Simon Sjödin og Petter Stymne.

Jonas Persson er akslaskaddur, og fær tí ikki luttikið, umframt unga Lovisa Ericsson, sum vit sóu til dømis á NJM í Føroyum og EJM í Beograd.

Til samanberingar telur danska HM landsliðið 12 svimjarar: Lotte Friis, Jeanette Ottesen, Julie-Hjorth-Hansen, Micha Østergaard, Rikke Møller Pedersen, Pernille Larsen, Louse Janson, Mads Glæsner, Jakob Andkjær, Chris Christensen, Emil Dall-Nielsen og Jon Rud.

Ger viðmerking