Hayden og Lochte vunnu á Phelps

Tað var sirka tann størsta ‘sensatiónin’ á evsta degi av Santa Clara International Grand Prix, at Michael Phelps fyrst tapti ímóti kanadiska Brent Hayden í 100 frí, við 48.87 har Hayden svam 48.44, og síðani ímóti landsmanninum Ryan Lochte í 100 rygg, við 54.31 ímóti 54.15. Craig Lord á SwimNews kallar annars teir 2:06.99 hjá simbabvisku Kirsty Coventry fyri “the performance of the meet”, so hitt er nokk mest tí at Phelps er so stórt eitt navn 🙂

One thought on “Hayden og Lochte vunnu á Phelps”

  1. Um nú C.L. sigur at tað er so, er tað so nakað ein skal vera einigur í ? 😉
    Tú veit gott, at um tað var Freddy sum vann á Phelps í 100m frí, so var tað vegna dragtina, og at Phelps annars svam heilt fantastiska væl. Eg eri komin so langt, at um C.L. sigur at 1+1=2 so fari eg at ivast.
    Nú havi eg ikki hugt ígjøgnum úrslitalistan frá SCI GP. men tíðin hjá Kirsty er góð, tað skal hann og hon eiga 😉

Ger viðmerking