Poula og Magnus heintaðu síðstu topp plaseringar

Poula Ø. Mohr úr FS fekk við 1:00:73 triðbestu tíð av øllum gentum á DÅM í árgangi 1995, sum hartil var fínt upp ímóti hennara bestu tíð á 1:00.15. Magnus Jákupsson úr HS gjørdi eitt ordans hál í 400 blandað, við at betra seg frá 4:58.89 til 4:53.65, og harvið frá einum mettum sættaplássi til at gerast nr 2 av øllum dreingjum árgang 1994. Birita Debes úr FLOT betraði seg eitt hálvt sekund ella so í 100 frí. Og Tanja Skaalum svam 100 firvald uppá 1:25.31, har hennara besta tíð annars var 1:28.01.

Hervið er DÅM 2009 komið at enda, og føroyingarnir kláraðu seg bara hampuliga væl. Eingin føroyingur gjørdist nr 1 í nakrari kapping, men vit kláraðu tó at svimja okkum til rættiliga nógv pláss í topp 3:

  • Birita Debes nr 3 í 50 frí (27.88)
  • Magnus Jákupsson nr 2 í 200 rygg (2:10.24)
  • Magnus Jákupsson nr 2 í 100 rygg (1:00.10)
  • Poula Ø. Mohr nr 3 í 100 frí (1:00.73)
  • Magnus Jákupsson nr 2 í 400 blandað (4:53.65)
  • Eyðbjørn Joensen nr 3 í 400 frí (4:38.64)
  • Tanja Skaalum nr 2 í 200 bringu (2:49.76)
  • SSF gentur bólkur 2 nr 2 í 4×50 frí (2:04.77)
  • Eyðbjørn Joensen nr 2 í 200 frí (2:11.04)
  • Tanja Skaalum nr 2 í 100 bringu (1:20.14)
  • Eyðbjørn Joensen nr 2 í 50 frí (27.75)

Tilsamans 8 silvur og 3 bronsu, um føroyingarnir høvdu kunnað vunnið heiðursmerki á stevnuni. Hartil 45 betringar av bestu tíð, tær tilsamans 104 ferðirnar sum føroyingar svumu kapp. Eitt OK úrslit, tá ið hugsað verður um at flestu av føroyingunum hava svomið sínar bestu tíðir í hesum vælsignaðu ‘superdraktum’, sum ikki eru loyvdar á DÅM 2009, og tá ið hugsað verður um at hendan stevna hóast alt bara er eitt eyka ískoyti til kalendaran hjá okkara svimjarum.

Um tú hevur fokus á MU, FM, Oyggjaleikir og HM, so má tað bara verða sum tað er, at danir vinna á tær á sínari størstu stevnu 🙂

Eitt samlað yvirlit sæst her á Google Docs, av luttøkuni hjá føroyingum á DÅM 2009

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.