Gongur upp og niður hjá føroyingunum á DÅM

Úrslitini hava verið eitt sindur skiftandi í dag, hjá føroyingunum á donsku meistarastevnuni fyri yngri aldursbólkar. Tanja Skaalum úr SuSvim koyrir á og betrar seg í øllum, og Magnus Jákupsson er eisini heilt væl fyri, meðan Eyðbjørn Joensen stríðist við sjúku, og onnur av einhvørjari orsøk eisini hava ilt við at liva upp til sínar bestu tíðir.

DSC06120

Guðrun Mortensen og Sunnleyg Eliasen betraðu seg báðar við sekundum í 200 frí í morgun, og tær tríggjar Tanja Skaalum, Kristina Elin Thomsen og Victoria Eysturdal líknandi stórt í 100 blandað. Somuleiðis í 100 bringu seinnapartin, har Tanja Skaalum, Óli Mortensen og Markus Joensen øll betraðu seg við meira enn einum sekundi, í kappingini í bólki 2 í Haderslev.

Í bólki 1 gekk tað serliga væl hjá Biritu Debes í 200 frí, hjá Turið S. Christiansen í 100 bringu, hjá Poulu Ø. Mohr í 200 rygg, og hjá Magnus Jákupssyni í 200 blandað. Men hinvegin forverraði Birita seg 4 sekund í 200 rygg, og eisini 4 sekund í 100 rygg í 4×100 blandað stafettini, sum er eitt sindur kritiskt, tá ið tú skalt svimja akkurát hesar greinar á Oyggjaleikum um 14 dagar. Vónandi bara okkurt sum skal stillast eitt sindur uppá, við tað at hon jú svam skjótt í bæði 50 og 200 frí.

Sum heild vísir kappingin seg at vera øgilig í Danmark, so at skilja at føroyingarnir hava ilt við at liva upp til tær plaseringar sum tey sambært tilmeldingartíðunum vóru styrkismett til. Føroyingarnir svimja ‘uttan fyri kapping’, sum merkir at tey altso ikki kunnu vinna heiðursmerki sum danskir meistarar. Men um tey høvdu kunnað, so hevði skurðurin til nú verið 2 silvur og 1 bronsu til Eyðbjørn Joensen í 50, 200 og 400 frí, 2 silvur til Tanju Skaalum í 100 og 200 bringu, og 1 silvur til 4×50 frí genturnar í bólki 2. Hartil 1 silvur til Magnus Jákupsson í 200 rygg, og 1 bronsa til Biritu Debes í 50 frí.

Eitt yvirlit yvir føroysku luttøkuna kann síggjast her á Google Docs, við upplisting av tilmeldingartíðum og tilhoyrandi úrslitum á DÅM 2009. Kolonnan ytst til høgru vísir plaseringina hjá teimum í mun til danir, um tey høvdu sloppið upp á sjálvan úrslitalistan.

One thought on “Gongur upp og niður hjá føroyingunum á DÅM”

  1. Hm, siti og undrist ivur úrslitini…. Sum Rókur sigur, gongur upp og niður við tíðinum hjá hesum ungu svimjarum, tey hava trupult at náa bestu tí, hava Lzr racer draktirnar hjálpt teimun so væl, at tey nú hava ringt at uppnáða bestu tí, í einari vanligari drakt… hm ja undrist.
    Annars eru tit ófør, eg ivist onga løtu í, at tit royna tykkara besta, tit eru nokk troytt nú svimjiarið er liðugt. Ein tiltrong feria, nú tit koma aftur til Føroyar. So venda tit sterkt aftur næsta ár.
    Forsetandi góða svimjikapping, og góða heimreisu.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.