OK úrslit hjá føroyingunum, fyrsta kvøld á DÅM

Danske ÅrgangsMesterskaber er ein áhugaverdur møguleiki at síggja, hvat ið ungu svimjararnir duga til uttan superdraktir, við tað at danir beinleiðis forbjóða Speedo LZR og líknandi draktum, á hesi stevnu. Og fyribils hava føroyingarnir so ikki dumpað, við tað at tey sum heild svomu upp í móti sínum bestu tíðum, og í fleiri førum svumu klárt skjótari.

Tað er ilt at siga, um tað er tí at draktirnar ikki gera mun, ella tí at svimjararnir eru vorðnir betri síðani FM. Men til dømis svumu Birita Debes og Poula Ø. Mohr ávíkavist 27.88 og 27.89 í 50 frí, har teirra bestu tíðir eru ávíkavist 27.70 og 27.62. Poula svam eisini 2.33.99 í 200 blandað, har hennara besta tíð var 2:38.57, og Turið S. Christiansen fór undir 30 sekund við 29.92, har hennara besta tíð var 30.58. Og havnarmaðurin Magnus Jákupsson svam 25.96, har hansara besta tíð til nú var 26.80.

Í bólki 1 byrjaðu teir tríggir Eyðbjørn, Alvi og Óli eitt sindur varliga, við at svimja nøkur sekund frá bestu tíðum í 400 frí. Men so svam Óli 2:58.99 í 200 bringu, har hansara besta tíð til nú var 3:01.90. Og 11 ára gamla Tanja Skaalum svam imponerandi 2:49.76 í 200 bringu, bara 2 hundraðpartar spakuligari enn skjótasti danin, har hennara besta tíð til nú annars var 2:56.52.

Úrslitalistarnir kunnu síggjast á www.livetiming.se

2 thoughts on “OK úrslit hjá føroyingunum, fyrsta kvøld á DÅM”

  1. Hey, eg fekk okkurt við í dag, men so reyk interneti her.. frustrerandi. Men so hevur ein tlf, og sms rigga ok.

    Eg fái ikki logga á susvim.com, og sleppi ikki á mín mail… ? What to do, what to do…

    Eyðbjørn Joensen er sjúkur, og stórur ivi var um hann skuldi svimja í hvøld. René Thomsen skrivaði til mín at tey vóna at hann eftir at hava sovi (svav als ikki í nátt) so eigur at ganga betur í morgin.

    Annars var tað ein super 200m bringa hjá Tanju, kanska í so varin og kanska ov nógvar kreftir eftir seinasta 50m, men hon lærur tað til hon verður 12, og sum junior verður hon ikki at stoppa 😉

    Sofus B. og Erna Katrin O. fingu silvurnál í 800m frí. ikki so býtt. Góða eydnu í morgin tykur í Kolding og Haderslev.

  2. Sofus Bech og Erna Katrin Olsen úr SuSvim kláraðu bæði at svimja seg til silvurnál í 800 frí, Sofus við tíðini 9:28.13 og Erna Katrin við tíðini 10:13.88. Sí SuSvim.com

Ger viðmerking