Mentor hjá Google monnunum druknaður

Rajeev Motwani varð síðsta fríggjadag funnin deyður á botninum av sínum egna svimjihyli, mest sannlíkt tí hann gleið og datt í hylin. Hann var 47 ára gamalur, og dugdi ikki at svimja, men ætlaði sær at læra tað. Google stjórin Sergey Brin skrivar her á bloggu síni, um hvussu hesin maður stuðlaði honum og Larry Page í stovnanini av Google, og um hvussu “Today, whenever you use a piece of technology, there is a good chance a little bit of Rajeev Motwani is behind it”.

(Picture Credit: Stanford University)

Kanska eitt sindur løgin og tung tíðindi at bera á eini svimjiheimasíðu sum hesari. Men eg haldi tó so at tey eru týðandi, til at minna okkum á grundleggjandi týdningin av at duga at svimja, og av at vísa varsemi runt vatn. Lærið at svimja, og roynið tó altíð at vera minst tvey, í hylinum, á havinum, ella hvar tað nú er vandi fyri drukning. Tí eingin av okkum dugir at svimja, tá ið fyrst vit hava mist vitið.

Ger viðmerking