Bousquet koppaði Cielo á Mare Nostrum í Canet

Síðsta sunnudag vann brasilski Cesar Cielo 50 frí á Mare Nostrum í Barcelona, við lutfalsliga veiku tíðini 21.97, har offisiella heimsmetið hjá Sullivan er 21.28, og tað óoffisiella hjá Bousquet er 20.94. Men longu nú svumu teir báðir Bousquet og Cielo ávíkavist 21.65 og 21.66 í Canet, og bæði Sullivan og Jones komu eisini undir 22. Therese Alshammar varð nr 2 og setti svenskt met í 50 frí við tíðini 24.17, í kapping við Libby Trickett sum svam 24.15. Í 200 frí svumu russisku Sukhorov og Lobintsev ávíkavist 1:46.81 og 1:46.90, og í 200 rygg svumu bretska Simmonds og russiski Donets ávíkavist 2:09.65 og 2:00.73. Lesið her á SwimInfo

Ger viðmerking