Góð vika til EDF de Paris

So er skjótt bara ein vika til Pál skal luttaka á “Open EDF de Natation 2009” í París, í kapping við eina rúgvu av heimsins bestu svimjarum. Heimasíðan hjá stevnuni er væl útbygd, og lovar millum annað holmgongu millum Eamon Sullivan og Alain Bernard, og millum Amaury Leveaux og Frederick Bousquet, umframt at luttakaralistin nevnir heimskend nøvn sum Coralie Balmy, Inge Dekker, Leisel Jones, Libby Trickett, Marleen Veldhuis, Randall Bal, Milorad Cavic, Hugues Dusbosq, Fabien Gilot og Filippo Magnini. Og fyri okkum føroyingar er tað kanska eyka stuttligt, at bæði Mads Glæsner og Pál Joensen fara luttaka, vælsagtans í umleið somu geinum.

Her er ein montaga frá EDF í 2007, men annars eru nýggjari videoir og myndir á openedf.com


One thought on “Góð vika til EDF de Paris”

Ger viðmerking