Føroyingarnir liggja væl fyri til DÅM 2009

Um góða viku byrjar Danske ÅrgangsMesterskaber 2009, við luttøku frá eisini teimum bestu bólkasvimjarunum úr Føroyum. Tað vil siga okkara yngri svimjarar, upp til umleið 13 ár hjá gentum, og 15 hjá dreingjum. Startlistarnir liggja klárir her og her á heimasíðuni hjá Danska Svimjisambandinum, umframt at kunna síggjast her og her á livetiming.se, og føroyingarnir liggja aftur í ár bara heilt væl fyri.

DSC00233

(Glaðir kakuvinnarar á DÅM í fjør)

Til dømis eru Poula Ø. Mohr úr FS og Birita Debes úr FLOT styrkismettar sum ávíkavist nr 4 og 5 í 50 frí hjá gentum í bólki 1, har teirra árgangur 1995 er elstur. Tær liggja eisini væl fyri í 100 rygg, har Birita er styrkismett sum nr 3 og Poula sum nr 5, og Poula er enntá styrkismett sum nr 2 í 100 frí. Magnus Jákupsson úr Havnar Svimjifelag er styrkismettur sum nr 4 í 100 rygg og nr 6 í 200 rygg, hóast hann hoyrir til yngra árganginum av teimum føddir í 1993-1994, og Cecilia Eysturdal úr Ægir er styrkismett sum nr 5 í 400 frí, hóast hon somuleiðis er í yngra árganginum av teimum føddar 1995-1996. Birita Debes er nr 10 í 200 rygg, Cecilia Eysturdal úr Ægir sum nr 12 í 800 frí, og annars er ein rúgva av øðrum svimjarum úr Føroyum eisini, longri niðri á listanum.

Í yngra bólkinum er Tanja Skaalum úr SuSvim styrkismett sum nr 1 í 100 og 200 bringu, nr 6 í 200 blandað og nr 7 í 100 blandað, meðan Eyðbjørn Joensen er styrkismettur sum nr 9 í 200 frí og nr 10 í 400 frí. Gurðun Mortensen úr SuSvim er styrkismett sum nr 5 í 50 frí, og Óluva Jacobsen úr FS sum nr 6 í 100 firvald, nr 7 í 100 frí, nr 8 í 50 fri og nr 11 í 100 blandað. Jóhann Heðinsson úr FS er somuleiðis styrkismettur sum nr 6 í 100 firvald. Og hartil liggja liðsvimjingarnar hjá teimum eisini heilt væl fyri, um tilmeldingartíðirnar eru eftirfarandi.

3 thoughts on “Føroyingarnir liggja væl fyri til DÅM 2009”

  1. Tú veit kanska ikki, at til DÅM, so svimja 1995 bert ímóti 1995, og 1996 bert ímóti 1996 ?
    Og tí liggja okra svimjarir nakað so ótrúliga nógv betur fyri enn tað tú skrivar. Tak 1996 dreingir í 400m frí, eg havi ikki hugt ígjøgnum listan, men har eigur at síggja gott út. Og í 200m frí sikkurt nakað tað sama.

    1. E.J. liggur sum nr.1 í 50m, 100m, 200m & 400m frí umframt nr.2 í 100m blandað, og so við einari 1 ára gamlari tíð í 200m blandað, har veit eg annars at eg gav Rúna eina tilmeldingartíð. E.J. svimur væl skjótari enn nr.1 ger í 200m blandað.
      Alvi liggur annars sum nr.2 í 400m, og man ikki Óli kemur upp og blandar seg har? Kanska gull, silvur og bronsa til Føroyar? Alvi liggur óiva væl fyri í 200m frí. Jú tað verður spennandi og stuttligt.

    2. My Bad… eg minntist ikki heilt hvussu tað var við hasum, og hugdi so bara at startlistanum sum hann stóð. Skjótt skrivað, y’know 🙂

      … Men tá ið tað er sagt… hví skal svimjingin altíð nørdast so til, so at hann sum stendur sum nr 3 á einum lista ikki neyðturviliga er nr 3, men kanska nr 1 tí at hann jú hoyrir til ein annan bólk enn nr 1 og nr 2? Hvat við tá bara at hava tann eina bólkin á einum lista, og hin á einum øðrum, so at vit ‘tossar’ eisini fáa fylgt við?

      Se DET er logik for burhøns ! 🙂

Leave a Reply to rokurCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.