FINA vil banna øllum lufttættum draktum

Craig Lord á SwimNews sigur seg vita, at FINA nú hevur biðið sínar 22 bureau-limir um teirra áskoðan viðvíkjandi lufttøttu plastdraktirnar, at svara áðrenn 3. juli. Á heimasíðuni hjá amerikanska svimjivenjarafelagnum ASCA er eisini nokk so góður slatur, um hvat FINA ætlar, frá John Leonard sum er formaður í ASCA, og ein av trimum venjaraumboðum á fundi millum FINA, framleiðarar og venjarar í februar (hinir vóru Alan Thompson úr Avstralia og Osvaldo Arsenio úr Argentina).

Eftir øllum at døma er talan um útfasing av teimum lufttøttu plastdraktunum í trimum stigum.

Fyrsta fasan er tað sum hendir beint nú, at summar draktir eru kolldømdar vegna at kunna ‘fanga luft’, men kunnu royna aftur tann 19. juni. Leonard heldur rættiliga áhugavert, at tað ikki eru nakrar ábendingar um at nýggja testin fer at loyva hesum draktum á aftur listan. “Indications are that not many if any suits will be on this list. ”

Næsta fasa er tann 1. januar í 2010, tá ið FINA sambært Leonard ætlar at fullkomiliga forbjóða luft-tøttum materialum í draktunum. Eini gummi og einki plast, sum merkir at allar núverandi superdraktir rúka. Tey ætla at framleiðararnir skulu seta eitt chip í svimjiklæðini, sum síðani kunnu eftirkannast við skannarum á svimjistevnum.

Triðja fasa verður meira upp til debat, í leypi av 2010, um hvat sum krevst afturat. Leonard sigur at rákið millum venjarar er, at teir vilja hava lynlásini burtur, umframt eitthvørt annað slag av festum. Hartil vilja teir avmarka hvussu stóran part av kroppinum sum draktin kann dekka, til at minka um vandan fyri at draktin ger mun.

Ger viðmerking