Kanska eru supertíðirnar ikki bara vegna superdraktir?

Amerikanski mastersvimjarin David Guthrie hevur nakrar rættiliga áhugaverdar próvførslur her á SwimmingWorld Magazine, fyri hví hann heldur at tey nógvu heimsmetini í seinastuni eru ikki bara vegna superdraktir, men heldur vegna ‘Phelps effekt’ og broytingar í teknikki og venjing.

Hann heldur, at um heimsmetini í dag vóru bara tí at draktirnar gjørdu tað lættari at svimja, so áttu vit at hava sæð eina lutfalsliga størri framgongd á teimum longru teinunum, har tað veruliga hevur týdning at vera so orkusparandi sum gjørligt. Men í staðin er tað serliga á teimum stytru teinunum at vit síggja ‘ómøguliga’ framgongd, og serliga vegna nógv størri nýtslu av firvaldaspørkum undir vatni, sum jú er í beinleiðis andsøgn við at tað skal vera tí at draktin hjálpir einum at flóta.

Nei, hann heldur at tað er serliga vegna Michael Phelps, at svimjarar knappliga eru blivnir so nógv betri. Og vegna teir sprintarar sum tordu at skifta til at svimja við strektum ørmum í framføringini. Sambært Guthrie var tað fyrst og fremst undirvatnssvimjingin sum gjørdi at Phelps varð so nógv betri í Beijing enn í Sydney, og vit onnur sóu jú eisini hvussu effektivt tað var hjá Phelps, og skiftu so til øll at leggja doyðin á undirvatnssvimjingina.

Firvaldaspørkini geva styrki í búki og ryggi, sum sambært Gutrie er ógvuliga týðandi fyri at svimjing við strektari armframføring skal rigga. Samstundis eru svimjararnir í størri mun farnir at venja á landi (kanska tí at øll sum t.d. Nystrand halda at tað ger ikki so nógv at tú verður eitt sindur tyngri, tí at draktin allíkavæl ger at tú flýtur). Tey bestu er eisini vorðin betri til at venja veruliga eksplosiva styrki, heldur enn bara at lyfta vektir. Og knappliga hava vit tí krútsterkar svimjarar, sum duga at svimja firvaldabein og crawl við strektum ørmum.

Gutrie heldur altso ikki at tað er bara vegna draktir at tíðirnar eru blivnar betri, men líka nógv vegna Phelps, betri armtøk, betri undirvatnsspørk og størri styrki. Hann hevur eina rúgvu av góðum argumentum, so sum at 1500 metra frí metið hjá Hackett enn stendur, at heilt nógvir svimjarar valdu at svimja bara í buksum í Beijing, at nógvir svimjarar halda á at blíva betri fyri tað um teir svimja í somu drakt sum fyri einum ári síðani, og at vit enn síggja heimsmetini sligin fyri tað um tey ikki longur sleppa í meira enn eina drakt í senn. Áhugaverdur lesnaður, her á swimmingworldmagazine.com.

One thought on “Kanska eru supertíðirnar ikki bara vegna superdraktir?”

  1. Góð argument, men fyri meg er tað enn tann høgi kostnaðurin sum er trupulleikin. At vit her í seinastuni hava sæð so nógv gjalda so nógv fyri hesar draktir, tí at tey ikki tora annað. Og at svimjingin tí skiftir frá at vera fyri øll, til at vera bara fyri tey ríku.

    Eg veit at summi halda at hetta skal til, til at fáa pengar inn í ítróttin. At ting skulu kosta nakað, so at vit øll gjalda so mikið nógv til framleiðararnar, at teir kunnu gjalda tey bestu so mikið nógv meira. Persónliga vil eg tó heldur at vit øll spara eitt sindur, enn at nøkur fá tjena kassan.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.