Føroysku svimjararnir favorittar á Oyggjaleikum

oylliðTíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroyar um startlistan til Oyggjaleikir

Álendingar hava nú kunngjørt startlistan til Oyggjaleikir, sum vísir styrkismetingina av øllum luttakarum á leikunum. Har er enn onkur smávegis villa í listanum; men um hann ikki er heilt av leið, so kunnu føroyingar vænta sær størsta hálið nakrantíð, tá ið tað kemur til heiðursmerki á Oyggjaleikum.

Føroyingar luttaka í 47 einstaklingakappingum og 9 liðsvimjinum, og eru í løtuni styrkismett at vinna heiðursmerki í 32 einstaklingakappingum og øllum liðsvimjingum. Tað vil siga, at vit kunnu vænta okkum vinna heiðursmerki tvær ferðir fyri hvørjar tríggjar ferðir ein føroyingur kappast, og hvørja ferð tá ið eitt føroyskt lið kappast.

Sambært núverandi startlista vinna vit tí 13 gullheiðursmerki, 14 silvurheiðursmerki og 5 bronsuheiðursmerki í einstaklingakappingunum, umframt at okkara svimjarar koma í 10 einstaklingafinalur afturat.

Og hartil koma so tær 9 liðsvimjingarnar, har vit vegna væntandi tilmeldingartíðir ikki hava nakra beinleiðis styrkismeting, men út í frá einstaklingavánunum kunnu vænta at vinna heiðursmerki í øllum. Tað er nevniliga so, at okkara svimjarar liggja til at vinna heiðursmerki í øllum einstaklingakappingum á 50 og 100 metra teinunum uttan 100 bringu, sum er gott tá ið ein hugsar um, at liðsvimjingarnar bara eru á 50 og 100 metra teinum.

Talan er um ein breiðan hóp av óvanliga góðum føroyskum svimjarum, sum allir uttan undantak liggja til at vinna heiðursmerki í onkrari einstaklingakapping. Sjálvt tær báðar yngstu 13 ára gomlu, Birita Debes úr FLOT og Poula Ø. Mohr úr Fuglafjarðar Svimjifelag, sum í 50 rygg liggja til at vinna ávíkavist gull og silvur. Men størsta vónirnar eru sjálvsagt til Pál Joensen, sum er styrkismettur at vinna einar 6 gull og 6 silvur sum einstaklingur, og sum væl kann hugsast at gera minst 1 silvurheiðursmerki afturat til gull.

Á Rhodos vunnu føroysku svimjararnir 27 heiðursmerki – 15 gull, 6 silvur og 6 bronsu.

Ynskja tit fleiri upplýsingar kunnu tit ringja til Rókur í Jákupsstovu tel. 21 97 54, ella Jon Hestoy tel. 59 45 55.

Heilsan
Jon Hestoy
Svimjisamband Føroya
ÍSF-Húsið

8 thoughts on “Føroysku svimjararnir favorittar á Oyggjaleikum”

  1. Aftur mín brølari, at ikki duga at telja upp í 9.

    Har eru 1 stafett til hvørt kynið hvønn af teimum 4 døgunum, umframt ein felags tann 4.

    Tað gevur 9 stafettir, ikki 7 (4×50 frí m/k, 4×50 blandað m/k, 4×100 frí m/k, 4×100 blandað m/k, og so 8×50 blandað mix)

  2. “Tað er nevniliga so, at okkara svimjarar liggja til at vinna heiðursmerki í øllum einstaklingakappingum á 50 og 100 metra teinunum uttan 100 bringu”

    Hvussu ber tað til ? Hevur tú melda genturnar frá ? Vónandi ikki hehe, og Pál skal nok svimja 1:03 fyri at vinna 100m bringu um tað skal til. Alex D. O. er komin, so nú byrjar bringuvenjingin her í Calella 😉

    1. Ivist ikki í at hann ætlar sær meira enn 6 gull á Oyggjaleikum, so kom endiliga. Og munnu vit ikki fara at síggja eina ávísa sjálvforsterkandi effekt, tá ið fyrst føroyingarnir byrja at vinna heiðursmerki?

  3. Eg havi næstan hug at geva uppat at royna at telja upp her… men eg haldi at vit hervið liggja til at vinna 41 heiðursmerki, um liðsvimjingarnar eru taldar við, av tilsamans 129 møguligum heiðursmerkjum.

    Tað er sirka triðja hvørt heiðursmerki 🙂

    Møguligu heiðursmerkini eru …

    • 3 til hvørt kynið í 50 frí, rygg, bringa og firvald (= 24)
    • 3 til hvørt kynið í 100 frí, rygg, bringa, firvald og blandað (= 30)
    • 3 til hvørt kynið í 200 frí, rygg, bringa, firvald og blandað (= 30)
    • 3 til hvørt kynið í 400 frí og blandað (= 12)
    • 3 til kvinnurnar í 800 frí (= 3)
    • 3 til mennirnar í 1500 frí (= 3)
    • 3 til hvørt kynið í 4×50 frí og blandað (= 12)
    • 3 til hvørt kynið í 4×100 frí og blandað (= 12)
    • 3 í 8×50 blandað (= 3)

    Ella tilsamans 129

    1. Teoretiska mestatalið er 56 heiðursmerki (47 einstaklingaluttøkur og 9 liðsvimjingar). So vit kunnu altso ikki koma upp á meira enn 43%, uttan so at eingin av hinum fær okkurt heiðursmerki 🙂

  4. Ein bilur koyrdi yvir um reytt og rakti bilin hjá fleirfalda Oyggjaleika-heiðursmerkjavinnaranum Simon Le Couillard, sum tí er úti vegna brotin rivjabein og ‘piskesmæld’ skaða.
    http://www.thisisjersey.com/2009/03/28/le-couilliards-games-hopes-sunk-by-car-crash-out-of-games/

    Liðið hjá Jersey er tí: Ian Black, JJ Gallichan, Tom Gallichan, Antoin Le Fèvre (JSC), Michael Le Couilliard, Ben Le Clercq (JSC), Ebony Jacklin, Charlotte Manning, Kerry Smith, Katie Speller (JSC), Rebecca Le Maistre, Iona Richardson, Grace Le Couilliard, Emma Glendening og Katy Glendening.

    Har kunnu tit eisini lesa (undir myndini), at hasin Ian Black til dagliga venur í Avstralia, sum á startlistanum hevur betri tilmeldingartíðir enn Pál og restina í 50 og 100 bringu, og í 200 og 400 blandað.

  5. Grant Halsall úr Isle of Man hóttir bæði Kára og Pál í fleiri greinum, hóast hann bara er árgang 1993, og teir 1990…

    • 50 rygg: Kári 26.11, Halsall 26.15
    • 100 firvald: Halsall 55.27, Pál 56.52
    • 200 rygg: Halsall 1:58.67, Kári 2:05.13
    • 50 firvald: Halsall 25.45, Pál 25.83
    • 100 rygg: Halsall 55.35, Kári 56.13

    Her er søga og mynd av honum frá í fjør. Hann sær ikki serliga gamalur út
    http://www.iomtoday.co.im/sport/Halsall-retains-nation-swimming-title.4355092.jp

  6. Eg havi fyrr gjørt vart við at hetta skriv er mangulfult, men uttan at nakar hevur hug til at gera nakað við tað. Tað er nú longu á portalinum við skeivum upplýsingum.

    Úr tíðindarskrivinum hjá SSF: “Tað er nevniliga so, at okkara svimjarar liggja til at vinna heiðursmerki í øllum einstaklingakappingum á 50 og 100 metra teinunum uttan 100 bringu”

    Rithøvindurin roynir kanska enn einaferð at lesa seedings fyri 100m bringu?

    Annars skal sigast, at eins og okkara svimjarir í fleiri førum IKKI eru meldaðir til í bestu tíðum, so er sama galdandi fyri okkara mótstøðufólk, tíverri í fleiri førum. So nógv av hesum er bert lættliga vegleiðandi.

    Men spennandi verður tað so, tað er heilt sikkurt.

Leave a Reply to rokurCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.