Spam á svimjing.com

Tey morgunfrísku hava longu sæð tað í morgun, at onkrir kinesarar í nátt stovnaðu konto og løgdu spam á síðuna, við leinki til allan møguligan lort. Heimasíðan hevur til nú verið so mikið opin, at ein og hvør kundi stovna sær eina konto, og síðani byrja at skriva á henni, og tí var tað mest ein spurningur um tíð, áðrenn onkur misbrúkti møguleikan.

Men nú havi eg so broytt skipanina eitt sindur, so at eg í øllum førum fyribils skal góðkenna hvønn einstaka brúkara sum kemur afturat á síðuni. Hasir spammararnir eru strikaðir, og so fáa vit at síggja um tað er nokk. Annars finnast aðrir møguleikar at verja, so sum alt hatta har ‘captcha’ og pumpistokk.

Ger viðmerking