So er startlistin til Oyggjaleikir klárur

Um ikki okkurt er heilt galið við viðfesta startlista, sum fyriskipararnir hava sent okkum, so liggja Føroyar til størsta hálið á Oyggjaleikum nakrantíð. Almenna støðið hjá hinum londunum sær út til at vera nøkulunda tað sama sum á Oyggjaleikum á Rhodos, og harvið merkja herdu úttøkukrøvini hjá okkum í Føroyum, at vit einstaklingakappingunum hesuferð á pappírinum liggja til at vinna 13 gullheiðursmerki, 14 silvur og 5 bronsu, umframt at koma í 10 finalur afturat, og liggja væl fyri til heiðursmerki í teimum 7 stafettunum eisini.

Startlisti og skrá eru sum sagt viðfest her niðanfyri, og kunnu annars síggjast her á livetiming.se, har tað eisini verður gjørligt at fylgja við úrslitunum ‘live’, tá ið tann tíð kemur. Her niðanfyri royni eg eisini heilt skjótt at lista upp útlitini hjá føroyingunum, í hvørjari einstakari kapping, um man hyggur at hvussu tey eru styrkismett sambært startlistanum:

Mánadag

  • 1500 frí menn – Pál gull
  • 400 blandað kvinnur – eingin føroyingur
  • 200 firvald menn – Pál gull
  • 100 firvald kvinnur – Shaila bronsu, Bjørg nr 7
  • 100 bringu – Pál nr 5
  • 50 bringu – Malan bronsu, Katarina nr 4
  • 50 rygg – Kári gull
  • 200 frí – Mona nr 6
  • 200 blandað – Pál silvur
  • 4×50 frí kvinnur – ongar tilmeldingartíðir
  • 4×50 blandað menn – ongar tilmeldingartíðir

Týsdag

  • 800 frí kvinnur – Mona gull
  • 400 blandað menn ­- Pál silvur
  • 200 bringa kvinnur – Malan gull, Katarina bronsu
  • 100 firvald menn – Pál silvur, Kári nr 5
  • 100 rygg kvinnur – Bjørg silvur, Birita nr 4
  • 50 bringa menn – Pál silvur
  • 50 firvald kvinnur – Shaila silvur, Guðrun bronsu
  • 200 frí menn – Pál gull, Andrass nr 5
  • 200 blandað kvinnur – eingin føroyingur
  • 4×50 frí menn – ongar tilmeldingartíðir
  • 4×50 blandað kvinnur – ongar tilmeldingartíðir

Mikudag

  • 100 blandað menn – Pál gull
  • 400 frí kvinnur – Mona silvur
  • 200 rygg menn – Kári silvur
  • 100 bringa kvinnur – Malan gull, Katarina nr 5
  • 100 frí menn – Pál gull, Pauli nr 4
  • 50 frí kvinnur – Shaila gull, Guðrun silvur
  • 50 firvald menn – Pál silvur, Kári nr 4
  • 200 rygg kvinnur – Bjørg nr 7, Birita nr 10
  • 4×100 blandað menn – ongar tilmeldingartíðir
  • 4×100 frí kvinnur – ongar tilmeldingartíðir

Hósdag

  • 100 blandað kvinnur – Poula nr 5
  • 400 frí menn – Pál nr gull, Andrass bronsu
  • 200 firvald kvinnur – eingin føroyingur
  • 100 rygg menn – Kári silvur
  • 100 frí kvinnur – Shaila gull, Guðrun nr 11
  • 50 frí menn – Pauli silvur, Pál nr 25 (her er feilur í)
  • 50 rygg kvinnur – Birita gull, Poula silvur
  • 200 bringa menn – Pál silvur
  • 4×100 blandað kvinnur – ongar tilmeldingartíðir
  • 4×100 frí menn – ongar tilmeldingartíðir

6 thoughts on “So er startlistin til Oyggjaleikir klárur”

  1. Tíðin hjá Pál í 50m frí, man tað ikki vera 1. split tíð frá 25km? 😉

    Annars óheldig at okur ikki svimja innleiðandi í liðsvimjing hjá harrum, teir enda á bana 1 í onkrari liðsvimjing.
    Ok, kanska heldur tað enn at brúka kreftur uppá innleiðandi svimjingar 😉

    1. SSF hevur longu einaferð biðið álendingar um at rætta hatta við bringutíðini í 50 frí. Men eg síggi nú eisini ein annan feil, at Birita skal vera ‘árgang 2005’, sum kanska er í so ungt 🙂

      (Annars ófatiliga cool, at Birita og Poula skulu liggja til gull og silvur í 50 rygg, 13 ára gamlar)

  2. Tí eru har nú 11 finalupláss afturat teimum har vit eru styrkismett til heiðursmerki, heldur enn 10.

    Annars sær tað altso út til at hinar oyggjarnar standa í stað. Onkra staðni eru vit gliðin nakrar plaseringar aftur, í mun hvussu okkara tíðir høvdu staðið seg á Rhodos; men tað er minst líka ofta gingið hinvegin.

    This is gonna be fun !! 🙂

    Her er samanberingin við Rhodos…
    http://docs.google.com/View?id=dgk8k3wn_203c6xkrcd6

  3. Ná ja, nr 2 er tað sama sum silvur, so har átti at standa 19 silvur og 10 finalupláss, heldur enn 18 silvur og 11 finalupláss. Men um ikki annað, so gongur tað jú tann rætta vegin 🙂

  4. OK, enn ein feilur hjá mær, at hava yvirsæð at ongar tilmeldingartíðir eru í liðsvimjingunum yvirhøvur. Harvið vita vit sjálvsagt ikki, um Føroyar liggja til gull, silvur ella okkurt annað, í teimum kappingunum. Og harvið ruku 3 gull og 5 silvur á mínari samlaðu uppteljing. Fari at rætta tekstin til ‘heiðursmerki hjá einstaklingum’ í staðin.

    Men við heiðursmerkjakandidatum á øllum 50 og 100 metra teinunum uttan 100 bringu, so vænti eg altso at vit liggja væl fyri í liðsvimjingunum eisini 🙂

    Og so gloymdi eg tað síðstu stafettina… 8×50 blandað. Hana eiga vit !

  5. Um eg telji rætt, so liggja vit til at vinna 32 heiðursmerki, av teimum 47 ferðirnar sum ein føroyingur svimur eina einstaklingakapping. Tað er eini 68%, ella heiðurmerki tvær ferðir fyri hvørar tríggjar ferðir ein føroyingur svimur.

    Og í liðsvimjingunum er tað 7 av 7 🙂

Ger viðmerking