Krista Mørkøre ger um seg í Týskalandi

Svimjarin úr Ægir hevur til nú vunnið 4 gullheiðursmerki á “International German Swimming Championships for the Disabled” í Berlin, og er harvið “Internationale Deutsche Meisterin der Altersklasse” í 50 rygg, 100 bringu, 100 frí og 50 bringu. Hon hevur eisini svomið 200 blandað, men varð har kolldømd fyri at taka tvey bringutøk í triðju vending.

Krista luttekur fyri ÍSB á altjóða svimjistevnuni, saman við Dann Akursmørk sum býr og venur í Aarhus. Dann hevur til nú vunnið eitt bronsuheiðursmerki í 200 blandað, umframt at verða nr 4 í 100 bringu og 100 frí, nr 7 í 50 rygg, og so tíverri at verða kolldømdur í 50 bringu fyri tjóvstart. Tey seta hartil føroyskt bólkamet í so gott sum øllum kappingum, sum tit kunnu lesa um her á heimasíðuni hjá ÍSB.

Ger viðmerking