Har verða tvey “call rooms” í Rom

FINA hevur haft pressufund í Lausanne í dag, har tey m.a. greiddu frá nýggju mannagongdini at kanna, merkja og eftirkanna allar draktir, sum svimjarar ætla sær í á heimsmeistarastevnuna í Rom. Sambært SwimNews.com verður mannagongdin, at allar draktir skulu latast inn umleið tríggjar dagar áðrenn stevnan byrjar, at kannast og merkjast av Jan-Anders Manson & co.

Á sjálvari stevnuni verður skipanin so, at svimjararnir fara fyrst í eitt “call room” at fáa merkið scannað, til at tryggja at talan er um somu drakt sum varð latin inn til kanningar, go síðani í næsta “call room” at bíða til kappingin byrjar. Tey vænta at tað fer at leggja 20 minuttir afturat vanligu tíðini at gera seg klár til hvørja kapping, men lova hinvegin eisini, at tað skal verða gjørligt at skifta drakt, um tann fyrr av einhvørjari orsøk ikki verður registrerað sum góðkend.

Fyrireikarnir vænta millum 1300 og 1600 luttakarar á HM í Rom, har metið annars var beint yvir 1000 á HM í Melbourne í 2007. Og tað verður tí eisini nevnt í greinini á SwimNews, at tey fara at brúka allar 10 geilir í innleiðandi um morgunin, til at fáa tað heila at koyra so skjótt sum tað nú einaferð er gjørligt.

Ger viðmerking