‘FINA, lær av WADA og gev út ein forboðslista í góðari tíð’

Hetta sigur blaðstjórin Jason Marsteller í grein her á SwimmingWorld Magazine, um hetta at FINA tvíheldur um sín lista yvir góðkendar draktir, og hartil loyvir sær at geva hann út so seint. Marsteller heldur at teir áttu at lært av altjóða antidopingstovninum WADA, sum brúkar væl royndu mannagongdina “used by law enforcement and regulatory bodies throughout the world”, at heldur geva út ein forboðslista. Tí sum hann sigur “Can you imagine passing laws on what a person can do?”.

Hartil heldur Marsteller, at FINA átti ikki at givið listan út her mitt í langgeila-sesongini, men heldur gjørt aftur sum vanligt er viðvíkjandi lógum og reglum, at seta tær í verk við einum meira føstum skeringspunkti, sum til dømis 1. januar, soleiðis at reglur avgjørdar nú koma í verk fyrst í næstkomandi svimjiári. Altso ikki beint her og nú, sum avgerðin er tikin, men fyrst tá ið næsta svimjiár byrjar.

In other news” skrivar SwimmingWorld, at svimjarar við breki hava eina avbjóðing av hesum ‘superdraktum’, við tað at tær ikki bara kunnu klippast sundur til at passa til tað breki sum svimjarin nú hevur. Tey eru noydd at taka hædd fyri teimum ‘panelum’ sum nú einaferð eru í draktini, til at umganga at luft og vatn verður fangað í draktini, og draktirnar eru sum kunnugt so skroypiligar, at tað skjótt verður dýrt at royna at umseyma draktirnar. Tey við lammilsum hava stórar trupulleikar av at fáa strømmu draktir uppá seg, og dvørgar hava trupult við at finna eina sum passar. Og yvirhøvur er kravið hjá FINA um ‘standard-draktir’ ikki serliga kompatibult við, at so nógv brekað hava tørv á skræddaraseymaðum draktum.

Ger viðmerking