FINA ætlar sær ‘at skera krabbameinið burtur’

“We are here to cut the cancer out”, segði FINA ovastin Cornel Marculescu sambært SwimNews.com við journalistar á Lausanne Palace Hotel í dag, um støðuna viðvíkjandi superdraktum. “We cannot achieve everything … This is a transitional period. We will do the right thing for swimming. Rome will be part of the process but if the suits are still being written about in January next year as they are now, then you can shoot us. We will deserve that. Our job is not easy. I believe in the near future it will be like doping: your first sentence will criticise us and your second sentence will applaud us because the suits will not be an issue any more”.

FINA hevur sambært Marculescu valt ikki at skera svøllin burtur her og nú, men heldur at pína hann spakuliga burtur, við at ‘smalka um tunnilin’. Hann viðgongur at støðan er kaotisk, við at siga “It’s a crazy area all of this … the professor cannot control this. We cannot solve everything at once. After Beijing … why did we interfere? Because we had understood that technology needs to be controlled”. At hann væntar at Rom kann verða ein ‘avbjóðing’, og at hann hevur havt svøvnleysar nætur av støðuni.

Á heimsmeistarastevnuni í Rom verður lyklavápnið hjá FINA sambært Marculescu ‘availability’, sum vil siga at framleiðararnir skulu tryggja, at allar draktir eru tøkar hjá øllum teimum svimjarum sum kundu hugsað sær at svomið í eina, á HM í Rom. Hetta til at tryggja at umstøðurnar eru tær somu hjá øllum luttakarum. Ella sum Marculescu sigur, “the very best we can do at this time”.

Tey hava annars verið nokk so illustrativ á hasum fundinum í Lausanne, við at vísa mynd á uppvørpu av einum topp-tunaðum Popov í heilt stuttum buksum, við síðani av mynd av Bousquet í sínari skríggj-reyðu heildrakt. The image showed a tale of two sports: here we have a “technique sport”, said Prof Manson, pointing to Popov’s stomach, and here we have “the covering up of the body surface” that had made swimming “an equipment-based” sport. Manson samanbar svimjing við aðrar ítróttur sum súkkling, har man hevur sæð tikaralop í bestu tíðum vegna nýggja útgerð, og at vit kanska ein dag koma so langt í svimjingini sum til at skula brúka lasarar og kropp-scanning áðrenn og eftir kapping. Men sum hann sigur, “er tað tann vegin svimjingin ynskir at fara?”.

Manson vísti hvussu tey testa draktirnar í dag, og hvussu tey ætla at fara at testa í 2010, millum annað við at testa hvat hendir við luft-fangingini í ymisku fasunum í kappingingi (start, svimjing, vending osfr). Ógvuliga vísindaligt (fyri ikki at siga ‘nørdut’), har draktirnar vístu seg at uppføra seg ógvuliga ymiskt, og Marculescu dró eisini seinni saman um, at “We have an impossible mission and I am not Tom Cruise. We know what the things are that we have to do. We have an industry, we have investments”. Suit makers, “swimmers, coaches, technical commitees and everybody possible in the family” had been consulted about making suitable suit rules. “Thank you for putting swimming in the [headlines]. We prefer to be in the news for our athletes, stars, Phelps, the medals, because we think we have great athletes”.

At enda greiddi sakførarin Morand frá, at trupulleikin við superdraktunum í prinsippinum er, at at regla SW10.7 um at eingin útgerð “may aid speed, buoyancy or endurance” ikki er galdandi fyri sjálva svimjidraktina, hóast hon í dag er at rokna sum útgerð. Men hetta ætla tey opinbart at broyta, við at stramma upp uppá reglurnar, so at ting sum finnast í dag, ikki fara at kunna finnast í 2010.

4 thoughts on “FINA ætlar sær ‘at skera krabbameinið burtur’”

  1. Hetta bleiv ein longri svada hjá mær, burtur úr eini enn longri á SwimNews. Vónandi havi eg rakt nøkulunda rætt, í mínari tulking av hvat tað er sum Craig Lord sigur at FINA fólkini siga 🙂

  2. Gott at síggja at teir um ikki annað leggja kortini á borðið, nú. Hetta er ikki nemt, og hetta verður ikki nemt; men tað nyttar so slettis ikki at krógva seg burtur fyri tað.

  3. Nokk so skeg at FINA eisini tekur Popov sum dømi… Vónandi kemur skil aftur á svimjingina aftur ongantíd ov skjótt..!!!!

  4. Og allíkaval síggja tykur ikki at tað ikki ber til her og nú at bara fjerna allar draktir sum alt ov nógv fólk hava júka um, men ok, vónandi kemur tað í rættlag til 2011. Tað er jú her at trupuleikin hevur ligi alla tíðina. At siga at Popov svam so og so og við hesum og hasum nyttar ikki so nógv hasum kæra professara, og tað peikar FINA út, tó uttan at siga tað beint út sum eg geri og havi sagt alla tíðina. Trupuleikin sum FINA hevur ført alla svimjingina út í, rættast ikki so skjótt. Okur taka ikki benzin vekk beint her og nú, og forvanta at heimurin riggar fínt í morgin við hestavognum og el bilum, uttan at tað hevur alvorligar umkostningar fyri alt ov nógv fólk.
    Popov svam ímóti monnum í draktum í nøkur ár, og enn finnast ikki prógv fyri at LZR er 2 sek skjótari enn FSII var. Klim var fyrstur í toppinum at royna straight arm recovery í frí, og svam okkurt um 1 sek skjótari innan 2 ár í 100m frí, + hann morlaði heimsmetið hjá Popov í 100m frí sundur. Her meini eg at ein skuldi spurt venjaran hjá teimun báðum um hansara meining, hvussu hann sá svimjingina útvikla seg. Kanska talentið ikki rakk longur hjá Klim, kanska hann ikki hevði svomi so nógv skjótari í einari LZR?
    Vónandi hanga teir báðir fansmennirnir í 2 ár til, Allan og Fred, so finna okur útav um svimjingin hevur útvikla seg framum Popov. At menn sum Phelps kanska ikki skulu svimja við strektum ørmun, men at powersvimjarir sum hasir fransarnar eru, teir kunnu gera tað. Men eg stúri fyri at buksirnar hjá Popov eru søga, og at okur aldrin finna útav hvat ein niðurtrappaður og serliga toppmotiveraður Bernard kann í svimjibuksum, og er tað ikki líka mikið? Okur hava longu super banatog, djúpari/skjótari hyljar, betri startskamlar, nógv meiri vitan, eg haldi at samanlíkningin er ógjørlig. Tí skal FINA siga við FRA at teirra sprintarar ikki muga svimja við hasum teknikkinum sum hevur gjørt teir so ótrúliga nógv skjótari? Skal FINA til at gera reglur fyri frí og rygg soleiðis at tað skal líkjast bringu og firvald? Stílsvimjing? Tí um FRA enn morlar USA sundur tá ið draktirnar eru vekk, so skal Speedo nokk finna uppá okkurt, og pengar tosa hart í FINA.

    Nú var hetta so langt, eg keddi meg eitt sindur.. men eg brendi allar hasar draktirnar í morgin um eg fekk lov og vissu um at tað ikki kostaði ítróttinum nakað, men eg eri sannførdur um at tað verður kaos um FINA ikki brúkar líka langa tíð at fáa tær burtur aftur, sum teir hava brúkt uppá at sova í tímanum.
    Góða nátt guys.

Ger viðmerking