Swimming Technique nú eisini sum internet-video

Her í fyrsta internet-parti tosa Ron Johnson og Brent Rutemiller um framføring við strektum armi í crawl, sum er teknikkurin sum heimsins bestu sprintarar brúka í dag, sum til dømis Stefan Nystrand, Frederick Bousquet og Eamon Sullivan. Teir tosa eisini um hond íseting og tempo hjá Frederick Bousquet, og um frekvens og tempo hjá 4×100 metra finalistunum á OL í Beijing.


One thought on “Swimming Technique nú eisini sum internet-video”

  1. Teir tosa her m.a. um Janet Evans, sum var so nógv tann besta á teimum longri teinunum afturi í 80-unum og 90-unum, ‘hóast’ hon svam við strektum ørmum (sum flestu fólk hildu vera heilt galið tá). Lesið t.d. á olympisku heimasíðuni:

    “Despite her small size and unorthodox windmill stroke, Janet Evans was a natural-born swimmer who was swimming laps at the age of two, literally before she was out of diapers. In 1987, when she was 15 years old, Evans, who weighed only 43kg, broke the world record in both the 800m and the 1,500m. Both records had been on the books for more than seven years”

    Og sí video av teknikkinum…
    http://www.olympic.org/MultiMediaGallery/Default.aspx?itemID=b5f61a9e-3679-4eeb-81a6-e1ca7fe95f2b&relatedList=b5f61a9e-3679-4eeb-81a6-e1ca7fe95f2b

    Onkur hevur lagt videoina á YouTube, men har er góðskan eitt sindur keðilig

    Og her er so ein onnur video av henni, yvir og undir vatnskorpuni

    Sum teir nevna í hasum har á Swimming Technique, so merkir hennara besta tíð tá á 4:03, at hon mest sannlíkt hevði svomið undir 4 minuttir, um hon hevði kunnað svomið í somu draktum sum vit brúka í dag. Hugsið tykkum, í 50 metra hyli, og við so lítlari vekt aftanfyri tøkini.

Ger viðmerking