Danska svimjisambandið íverksetur positiv-listan frá FINA pr 19. mai

Tit hava sikkurt longu lisið tað her á svoem.dk: “På given foranledning skal vi derfor understrege, at konkurrencedragter som ikke findes på ovenstående positivliste fra FINA hermed og pr. 19. maj ikke længere kan anvendes ved stævner i Danmark. Det er eksempelvis konkurrencedragterne fra Blue Seventy: Nero, Nero Comp og fra Jaked – J01.”

2 thoughts on “Danska svimjisambandið íverksetur positiv-listan frá FINA pr 19. mai”

  1. Jon Hestoy sendi hendan teldupostin til svimjifeløgini og onnur viðkomandi í gjár, ífall at nakar ivast…

    Hey tit øll,

    Vísandi til skrivingina um draktlistan skal við hesu verða mint á mailin niðanfyri, dagfestur 16. apríl, har millum annað verður nortið við FINA positivlistan.

    Sum tít síggja so verður listin settur í gildið, samanstundis við at FINA almannakunger hann.

    Tað vil siga at rókna frá 19. mai 2009 er ikki loyvt at brúka aðrar svimjibúnar enn teir, ið eru nevndir á FINA-positivlistanum til svimjikappingar í Føroyum

    Fina-reglurnar viðv. einum svimjibúna eru sjálvandi galdandi. Tá ið FINA kemur við einum positivlista um svimjibúnar, verður hann fylgdur sambært ásetingunum hjá FINA.

    Heilsan
    Jon Hestoy
    Svimjisamband Føroya

Ger viðmerking