US Masters vilja ikki forbjóða draktum, um ikki FINA sigur hvørjar sum eru bannaðar

Sum tit kunnu hoyra í ‘The Morning Swim Show’ her niðanfyri, so ætlar FINA ikki at koma við einum lista yvir hvørjar draktir sum eru bannaðar, tí sum tað stendur onkra aðrastaðni: “FINA has stated that it is against the organization’s policies to release a disallowed list”. Og United States Masters Swimming svarar so aftur, at so fara tey ikki at banna nakra drakt yvirhøvur, fyrr enn tað er heilt greitt hvørjar tær 10 draktirnar eru sum eru bannaðar, og hvørjar 134 sum ‘bara’ eru sendar aftur til framleiðaran at tillaga. Annars eitt fínt ‘show’, har tit fyrstu 3 minuttirnar fáa samandrátt av hvussu nýggju forboðini so-ella-so ávirka nærmast øll heimsmet sum eru sett í seinastuni …


4 thoughts on “US Masters vilja ikki forbjóða draktum, um ikki FINA sigur hvørjar sum eru bannaðar”

  1. “If the 136 suits need to be modified, the current versions of the suits should not be allowed. Any previous use or use without modification should not be permitted. How will you know if the suit is modified? Will we need “Suit Police” at all meets?”
    http://www.swimmingworldmagazine.com/lane9/news/21182.asp#RT

    Ja, hvussu skulu vit vita um talan er um eina Jaked J01 ‘modified’ ella ‘un-modified’? Er tað ikki lættari bara at fullkomiliga banna draktina (“Tit kunnu øll bara koyra hana í skrell”), og so krevja eitt nýtt modell? Ella ætla teir at vit skulu kunna lata verandi draktir inn til ‘modifikatión’?

  2. Ikki nýta drakt……….hmmmmmm hatta er við at verða komið undir ´tabu´ oder was?
    Annars kunnu tit eisini lesa um klæðir á kaos.fo;)

    1. Tabu er at gera reglur sum forbjóða fólki at heilgardera seg við drakt innan undir ‘superdraktini’, so at tann 14 ára gamla stendur við berari reyv, framyvirboygd á startskamlinum, við einum vaksum og mannligum hjálparfólki aftanfyri seg í andlit-til-reyv-hædd, tá ið ‘superdraktin’ eksploderar.

      Dóttur mín svimur kappsvimjing í løtuni, men eigur nú opinbart onga drakt til at kunna kappast í. Hon er 13 ár, og tað verður yvir mín deyð at hon skal risikera somu beru reyv sum onkur sá á DM, bara tí at FINA ikki kann finna útav at gera ordiligar reglur.

      Handan samanbronglingin av reglum hoyrir í mínari verð undir kategoriina ‘gamlir grísar’. At útseta svimjarar fyri at standa naknar frammanfyri eini tjokkfullari svimjihøll, bara tí at hesar fantastisku superdraktir fáa eyka og tí ólógliga nyttu, um tú hevur nakað innanundir. Og ja, tað er absolutt tabu hjá mær… um eg so skal skifta ítróttargrein vegna trupulleikan.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.