Lafontaine avdúkar at lynlásini kanska rúka

Ovastin hjá Swimming Canada, Pierre Lafontaine, sigur sambært The Canadian Press, at hann tekur undir við einum lista við broytingarynskjum frá nøkrum av heimsins bestu venjarum, lagdur fyri FINA, har teir vilja hava forboð ímóti snarlásum í svimjidraktum, ímóti draktum niður um knø, og krevja at draktirnar hjá kvinnum hava “cross-back”. Alt til at tryggja at tøknin kann verða verandi í draktini, uttan tó at dominera svimjingina.

Orsøkin til at tey vilja hava snarlásini vekk, er at tú tá illa fært skapt somu ‘kompressión’, sum man sær í núverandi draktum. Svimjararnir verða sum er kroystir saman um allan kroppin, til at tryggja at teir allatíð eru so streymlinjaðir sum gjørligt, og harvið spara orku. Og logikkurin er so, at um tú ikki kanst lyna draktina aftur, ella á annan hátt stramma hana um svimjaran, so sleppur hann heilt einfalt ikki í hana.

Venjararnir ynskja eisini at tey vatn- (og luft-) tøttu stoffini skulu rúka, til at umganga hesar luftlummarnar sum opinbart verða skapaðir í núverandi draktum. Um luft verður fangað á svimjaranum, so skapar tað náttúrliga eina eyka uppdrift, sum fær svimjaran at liggja hægri í vatninum. Og tá svimur tú skjótari. FINA ætlar sum er at avmarka hesi stoff til at umfata í mesta lagi 50% av draktini; men venjararnir vilja altso hava tey heilt burtur.

Og hartil skal tað verða heilt greitt forboðið at skræddaraseyma eina drakt, til ein ávísan svimjara. Tak meg ikki í tí, men eg (Rókur) meini at hendan avmarkingin longu er galdandi. Men tað er áhugavert allíkavæl, at kunna lesa her, at Ian Thorpe í sínari tíð hevði eina drakt sum var skræddaraseymað til sín: “Lafontaine said in the past, Australia’s Ian Thorpe raced in a suit specifically designed for him”.

2 thoughts on “Lafontaine avdúkar at lynlásini kanska rúka”

  1. So verður ikki eitt einasta heimsmet standandi, alt skal vekk, vekk við Thorpe, Phelps, Hacket, you name it.
    Tað ber ikki til at góðtaka eina tíð, og so ikki eina drakt. Hyklarir heila bunti, burdi skammast av sær.
    Brúka tápuligar vendingar sum “órættvíst, hugsa um Popov..bla bla.” Hvat við teimun sum ikki sleppa í draktir aftir, um nú teirra tápuligu ynskir vera til nakað, og ALDRIN koma nær at tíðunum hjá Phelps, Thorpe og Hacket? Hvat er so meira rættvíst? Tað er í lagi at hugsa um gamlar menn, men framtíðar svimjarar, teir hava okur ikki brúk fyri?
    FINA hevur dumma seg, men tað kann bjargast. FINA eigur allan feilin, men tað skal ikki ganga útivir teir sum eru í svimjingini nú. Hesir somu venjarar hava keypt draktirnar til teirra svimjarar, og trúgv mær, teir hava jubla meira enn onnur tá ið tað hevur lukkast teimun, Lafontaine var óiva hás í 2 vikur eftir canadiskt heimsmet í 200m bringu til CAN stutthyljameistarakappingina, so hann kann halda kj*** nú ein russiskur tannáringur sær út til at kunna morla tað sundur.
    Øll heimsmet “Pre LZR” eru dokumenteraði, so sum støðan er beint nú, so ber til hjá øllum fabrikantum at gera eina drakt við somu eginleikum sum Jaked. Og hartil skal FINA seta grensuna.

    1. At siga “farið er farið”, og lata øll met upp til nú standa, og so siga at man til dømis pr 1. juli, 1. august 2009 ella 1. januar 2010 íverksetur tey krøv sum man nú einaferð kemur ásamt um. Tað er jú sirka tað sama sum teir gjørdu við eysturtýsku dopingsyndararnar á sinni – lóti heimsmetini standa, eisini eftir at tað var prógvað at talan var um doping – og draktirnar eru væl ikki verri enn doping, ha?

      Størsti brølarin beint nú, er at FINA ikki beinanvegin fylgir sín lista upp við tilhoyrandi avgerðum, og leypandi kunning um øll ivamálini. Hetta málið er so gott sum tað størsta sum er hent í svimjing yvirhøvur, hvat mediudekning viðvíkur, so teir burdu verið ‘obs’ uppá tað sum hendir, um ikki teir sjálvir stýra søguni.

Ger viðmerking