Vekk vid øllum draktum

Hetta er so bara mín meining. Men eg dugi ikki at síggja adra loysn enn at bannad øllum draktum. Tvs kvinnur svimja í drakt sum hevur hetta og hatta mál, medan menn svimja í svimjibuksum. Sum nú er, er tad totalt kaos, og tad verdur bara verri og verri sum tídin gongur. Alt annad líka, so er sjarman av svimjingini líkasum farin. Tann sum hevur best drakt vinnur (ja sjálvandi skal venjing og talent til, men um vit takad tveir sum venja tad sama og vid sama talenti, so gerd draktin tann seinasta munin). Um draktirnar ikki hjálpa, so var jú eingin grund til at brúka tær, og tá tad er sagt, so er tad ikki altíd besti svimjarin id vinnur, men tann vid tí bestu draktini. Nei gev mær Popov uttan brillur aftur, og let the best man win!!!

5 thoughts on “Vekk vid øllum draktum”

  1. Persónliga er tað fyrst fremst tann høgi kostnaðurin sum irriterar meg, og sum eg vænti er vandin fyri framtíðina hjá svimjingini. Ein ‘superdrakt’ kostar jú lættliga tað sama sum eitt ársgjald fyri venjing á einum føroyskum fyrstaliði, hóast hon ikki ein gang heldur til ein ársfjórðing av kappingunum.

    Um fólk hava ráð at gjalda ársgjaldið fleirfaldað, hví brúka vit tá ikki pengarnar til betri venjing? Eitt er løn til venjararnar, men vit mangla jú eisini hyljarnar og klubb-hølini, styrkivenjingarútgerð og enn fleiri uttanlanda avbjóðingar. Ein drakt kostar jú umleið tað sama sum ein svimjiferð til Danmarkar.

    Og hvat við teimum sum ikki hava ráð, ella ikki vilja taka sær ráð? Burdi svimjing ikki verið fyri øll, tá ið kravið upprunaliga bara er vatn og okkurt at fjala skommina við? Og hvønn rætt hava vit í Føroyum ella Amerika at avgera, at kappsvimjing so avgjørt ikki skal vera nakað fyri børnini í Bangladesh?

    FINA lovar at tað er líka fyri øll, tí at øll sleppa at keypa hesar draktir. Eg vil pástanda at tað er minst líka nógv fyri øll, um eingin sleppur at brúka hesar draktir.

    1. … so skrivar hann sjálvur Chris DeSantis á floswimming.org: “Jón was quick to give credit to Pål’s former coach, a full time carpenter who was effectively volunteering his time to work with local swimmers. This coach (and perhaps Jón can provide the name after reading this) kept the sport fun and engaging, but as fate would have it, was facing the hard truth that he could no longer afford to volunteer his time at the precise moment Jón returned to his home island”

      … og “Some people would question just how lucky Pål was, but to me this story has several crucial points. Yes, this athlete was born talented and that is lucky. But its also lucky that when you grow up isolated on an island with one option for a swimming coach, that person happens to be someone that despite being totally unpayed is passionate enough to give you a good experience. And that at the precise moment you might lose hope, someone else equally as passionate comes into the picture.”

      Nú haldi eg ikki at Johan Martin var ‘totally unpayed’. Men tað er allíkavæl merkisvert, at amerikumenn ógvast við um at Pál kundi koma so langt, hóast hann eina tíð hevði ein venjara, sum mátti hava annað starv til at fáa tingini at mala runt.

  2. Ja eg dugi í hvussu er at ímynda mær eitt stórt kaos til kappingarnar. Hvør skal halda skil á hvør brúkar hvørja drakt? Og hvussu skula officials, tá tey nú síggja eina drakt, fyrihalda seg. Eg meini, er hatta ein Arena bla bla bla ella ein Arena bla bla ella ein Arena bla, altso har er ómøguligt hjá einum ikki drakt eksperti at halda skil á. Tad er bara eitt at gera og tad er back to basic…!!!

    1. Sat tilfeldigvís og las akkurát hetta í einum áhugaverdum kjaki millum amerikanskar mastersvimjarar: “The next question for USMS and USAS will be: how will this be policed? I can understand that at the elite meets like World Championships, it will be easier to police. But, at USMS and USAS meets, are we going to have to train our officials in which suits are legal and which are not? Obviously, given the current list, it will be easy for officials to identify suit-makers that have NO suits approved (e.g., B70), but it will be much harder for suit companies that have some, but not all suits approved.”

      Um vit skulu sleppa undan at skula læra fólk upp í um hetta er ein lóglig “Adidas TechfitPowerweb S8140602BJ B85779 pants – long”, ella einar ólógligar New Balance rennibuksur, so má loysnin verða okkurt so upplagt sum at bara forbjóða heildraktum heilt. Og so liva við tí hóast alt meira avmarkaða vandanum fyri, at onkur kann finna útav at gera einar vanligar stuttar svimjibuksur til eina ‘superdrakt’.

      DSC_0091

      (Hesar eru heilt garanterað forbodnar nú, líka mikið um tær hjálpa ella ei)

  3. Spurningurin hjá manninum her er um buksurnar kunna góðtakast ella um hárini fanga ov nógvar mikroblørur 🙂

Leave a Reply to rokurCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.