BlueSeventy talar at avgerðini hjá FINA

BlueSeventy avdúkar í pressuskrivi her á blueseventy.com, at tey lótu inn 11 modell til test hjá FINA, harav bara éin varð kolldømd so mikið lítið, at hon er millum tær 136 sum kunnu tillagast og kannast av nýggjum um 30 dagar. Hinar 10 vóru opinbart so mikið ólógligar, at tær eru tey 10 modellini sum FINA beinleiðis avvísti vegna tjúkd og/ella flótievni.



BlueSeventy skilur ikki avgerðina, við tað at summar av hesum draktum longu høvdu staðið test hjá FINA, og við tað at aðrar draktir hjá øðrum framleiðarum vórðu góðkendar nú, hóast tær eru úr sama stoff sum BlueSeventy draktirnar. Tey høvdu fingið óhefta rannsóknarstovu at kanna draktirnar fyri at vera undir kravdu tjúkd og loyvda flótievni. Og hitt við at kanna draktirnar fyri at kunna fanga luft, sum er orsøkin til at 136 modell skulu kannast aftur av nýggjum, sigur BlueSeventy verða ómøguligt at máta, og tí ein subjektiv avgerð.

SwimNews.com er niðri beint nú, men eg (Rókur) haldi at tað var har at eg las í gjár, at BlueSeventy kann koma í eina fíggjarliga knípu, við tað at teirra stjórar meira ella minni hava lovað keyparum, at teirra draktir yvirhildu krøvini frá FINA, og tí fóru at verða góðkendar. Sovorðið førir ógvuliga skjótt til endurgjaldskrøv í USA, og upphæddirnar eru jú øgiligar, tá ið draktirnar kosta einar 3000 krónur stykkið.

Men BlueSeventy hevur kanska eina góða sak, sum tey í “Southern California Aquatics SCAQ Swim Club” til dømis vísa á her á bloggu síni. Tey hava nevniliga fingið fatur á offisiellu avvísingina frá FINA, sum sigur at draktirnar stóðu royndirnar viðvíkjandi tjúkd og flótievni, men at tær kanska kundu fanga luft. Altso dómur á ógvuliga veikum grundarlag, sum fær hasi á scaq.blogspot.com at kalla tað fyri eina avgerð grundað á fordómum, heldur enn vísind.

Og fólk á netinum eru rasandi, inn á kanska BlueSeventy men serliga FINA og Speedo, tí at tey nú ikki fáa brúkt sínar BlueSeventy-draktir. Eftir øllum at døma vóru BlueSeventy draktirnar bæði betri og meira slitsterkar enn Speedo LZR, samstundis sum tær vóru umleið 200 dollarar bíligari. FINA fær tí høggið t.d. her og her á floswimming.org, har tey geva Speedo eyknevni sum $peedo, og mistonkja framleiðaran fyri at hava ‘keypt’ avgerðina frá FINA. Heilt klárt eingin serliga góð avgerð fyri Speedo heldur, hóast tey her-og-nú tjena kassan, tá ið øll skulu út at keypa nýggjar (Speedo) draktir.

A ja, FINA royndi at sløkkja eldin hálvt, og nú stendur biksin í ljósum loga.

5 thoughts on “BlueSeventy talar at avgerðini hjá FINA”

  1. Altso viðvíkjandi at blueseventy-stjórin hevði meira ella minni lovað keyparum, at draktirnar fóru at verða góðkendar:

    “Brazilian sources tell SwimNews that more than 200 Jaked 01 suits were sold at the recent fast-forward Maria Lenk Trophy, at US$700 each. Complaints from swimmers who within a week of purchase had already ripped their suits have been too many. Who will compensate those swimmers? Ought it to be the company that made the suit? On the basis of a normal commercial transaction, Jaked may wish to talk to its customers. Blueseventy’s revenue must have soared while FINA deliberated. What happens now to all those many thousands of swimmers who bought a blueseventy? No mention of that suit on the list despite this from blueseventy’s CEO Steve Nicholls: “We’ve been involved, along with FINA and the other major manufacturers for the last few months in making sure that our products are meeting any restrictions, both in the immediate and long term future. Phase one should not affect the legality of our current suits at all.” Is the blueseventy absence a clerical error, perhaps? Not sure. What is certain is that on the basis of what Nicholls said, many, many suits were sold. Where does responsibility rest?”

    http://www.swimnews.com/News/view/6869

  2. BlueSeventy verður slaktað fyri møguliga at ‘fanga luft’, og samstundis eru “Diana Submarine Shinning Arrow” draktirnar loyvdar.

    Les so á dianasport.com, um hesar Shining Arrow’s: “At the same time considering the “rebound” of the water molecule in contact with the micro spheres we can easily imagine the creation of air chambers that will allowed the swimmer to float better than with the Submarine TF with a gain of about 15%”

    Men kanska er munurin netupp hatta eyka n-ið, sum FINA hevur í modelnavninum á sínum lista? Ella kanska hevur FINA bara enn einaferð juksað okkurt niður á pappírið, sum teir so eftirfylgjandi kunnu rætta út aftur uttan stórvegis viðmerkingar?

    Eg telji skeiva uppteljing, skeiv modell og í øllum førum 6 stavivillur til nú. Á einum lista sum er ‘make or break’ hjá hesum hóast alt professionellu framleiðarum, ið hóast alt eisini sponsorera sambond, feløg og svimjarar um allan heim.

  3. Teir á scaq.blogspot.com hava fingið fatur á einum pressuskrivið frá Diana, har tey siga at draktin “Cyclone” stóð allar tær vísindaligu testirnar, men varð kolldømd vegna subjektiva meting hjá serfrøðinginum frá Federal Polytechnic í Lausanne, at draktin “could cause air trapping effects”. Tey skilja ikki hesa mannagongd, og geva sær tí rætt at fáa rætt uppá ein og hvønn máta, einki undantikið, at verja sína økonomi og sítt image.

  4. Fann hetta í blogguni hjá BlueSeventy: “We have already started sampling different ways to, at our cost voluntarily adjust a blueseventy nero suit to fit into FINAs new rules. Our goal is to have a method that is quick, simple and something we can do to suits that have been purchased already”

Ger viðmerking