Bousquet: Okkara liðleiðarar kostaðu okkum gullið í Beijing

“I’m holding my federation responsible for the loss”, sigur Frederick Bousquet sambært The New York Times um hendingina á OL í Beijing, har USA vann gull í 4×100 frí, hóast fraklendingar vóru klárir favorittar. Hetta tí at leiðararnir í síðstu løtu tóku eina avgerð um stafettsamanseting, sum gekk ímóti teirri loysn sum fronsku sprintararnir sjálvir høvdu funnið. Gjøgnumgongdin hjá Bousquet er eitt rættiliga áhugavert innlit í styrki og veikleikar hjá viðkomandi superstjørnum, og um alt tað sum takast má hædd fyri, í eini sovorðnari liðsvimjing …



Svimjararnir ætlaðu at Leveaux skuldi byrja, vegna sín fantastiska start, og at Bernard síðani skuldi svimja. Eitt sindur óortodokst, við tað at Bernard átti heimsmetið, og tí eftir traditionellu samansetingini átti at verið svimjari nr 1 ella 4. Men teir hildu at Bernard átti at sleppa at svimja við einum forspringi, til at vatnið skuldi vera so friðarligt sum gjørligt hjá honum at ‘finna takið’. Og væntaðu hartil at avstralumenn sendu Eamon Sullivan fyrst, til at royna at taka heimsmetið frá Bernard, og at Bernard tí hevði líka gott av at ikki vita hvørja tíð Sullivan hevði klárað, fyrr enn eftir at hann sjálvur hevði svomið.

Teir ætlaðu síðani at senda Gilot sum nr 3, og at Bousquet síðani skuldi eiga kampin sum nr 4. ‘We trust you. You have the experience and you know how to race the U.S. guys’, søgdu hinir við Bousquet, vísandi til at Bousquet vandi í USA. Men leiðararnir valdu altso í síðstu løtu at gera ørvísi, so at raðfylgjan varð Leveaux, Gilot, Bousquet og Bernard, eftir øllum at døma sum ‘straffur’ fyri at Bousquet ætlaði sær at venja víðari í USA, og til at tryggja sær at Bernard fekk høvuðsrolluna í stafettini, sum síðsti maður ið ‘vann’ stafettina.

Søgan gjørdist sum kunnugt ein onnur. Sullivan tók sum væntað heimsmetið frá Bernard, men fraklendingarnir svumu seg tó til at hava eitt stórt forspring eftir teir fyrstu tríggjar svimjararnar. Men Bernard reyk alt ov skjótt avstað, sikkurt vegna nervar, og svam ov nær banatognum til amerikanska Jason Lezak, sum tí (sum royndur svimjari) kundi lata seg draga fram av alduni hjá Bernard. Og tá ið so Lezak hálaði inn á Bernard eftir 75 metrum, gjørdi Bernard tann triða fatala feilin, at byrja at hyggja eftir hvar Lezak var.

Amerikanarar vunnu gull við átta hundrapartum av einum sekundi, og fraklendingar forpassaðu kjansin at vinna fyrsta OL gullheiðursmerki til eina franska liðsvimjing.

Ger viðmerking