Á nei, framleiðarnir fáa eina 30 daga freist afturat

Craig Lord kallar tað góð tíðindi, at FINA eftir øllum at døma longu í fyrstu testum hevur funnið fleiri draktir sum ikki fara at kunna verða góðkendar. Ein listi við góðkendum draktum kemur síðst í vikuni, men so fáa framleiðarar av ikki-góðkendum draktum opinbart at fáa eina freist uppá 30 dagar afturat, til at tillaga sínar draktir. Og so er tað tað: Fara tær draktir tá at náa at kunna verða brúktar á HM? Eg (Rókur) síggi fyri mær eitt størri óskil beint upp undir HM, tá ið allir svimjarar í senn skulu royna at fáa fatur á ný-tillagaðu superdraktunum.

One thought on “Á nei, framleiðarnir fáa eina 30 daga freist afturat”

Leave a Reply to bartalCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.