Kári á Høvdanum føroyskt met í 100 rygg

Kári svimur nú 100 rygg uppá 56.11 sekund, har metið hjá honum frá FM í fjør var 56.13.

Tað vórðu tí tilsamans 6 føroyskt met sett á FM í ár

Fríggjadagin …

  • Shaila millum Garðarnar, 50 firvald, 29.55
    – átti sjálv metið á 29.85 frá februar í ár
  • Pál Joensen, 100 frí, 50.78
    – átti sjálvur metið á 51.82 frá EM í desember 2008

Leygardagin …

  • Kári J. á Høvdanum, 50 rygg, 26.05
    – átti sjálvur metið á 26.11 frá DM í 2008
  • Pál Joensen, 100 bringu, 1:05.85
    – Ingi Andreasen átti metið á 1:05.94 frá 1995
  • Pauli Ø. Mohr, 50 frí, 23.44
    – átti sjálvur metið á 23.74 frá apríl í ár

Sunnudagin …

  • Kári J. á Høvdanum, 100 rygg, 56.11
    – átti sjálvur metið á 56.13 frá FM í 2008

Ger viðmerking