Tíðindaskriv frá SSF, um JM/FM 2009

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Komandi vikuskifti skipar Svimjisamband Føroya fyri 36-indi árligu Føroyameistarastevnuna í svimjing, í Svimjihøllini í Gundadali. Hendan stevna er í ár fyri fyrstu ferð eisini juniormeistarastevna, eftir at føroysku aldursbólkarnir vórðu broyttir í fjør heyst, til nú at umfata eisini aldursbólkin ‘juniorar’.

Stevnan verður fyriskipað soleiðis, at juniormeistararnir verða funnir í innleiðandi riðlunum um morgunin, og føroyameistararnir um kvøldið. Øll svimja um morgunin eftir at sleppa í finalu um kvøldið, samstundis sum tey yngru svimja um juniormeistarheitið. Og um kvøldið eru tað so tey upp til 6 skjótastu í hvørjari grein ið svimja um føroyameistarheitini, líka mikið hvønn aldur tey hava.

Stevnan er samstundis síðsti kjansur at klára kravtíð til heimsmeistarastevnuna í Rom í summar, umframt at juniorarnir kunnu royna eftir kravtíðunum til evropeisku juniormeistarstevnuna í Prag.

Skráin fyri stevnuna er hendan:

  • Fríggjamorgun 8/5 frá kl 09:00 – innleiðandi riðlar og juniormeistarstevna
  • Fríggjadag 8/5 kl 16:00-18:00 – finalur í føroyameistarstevnuni
  • Leygarmorgun 9/5 frá kl 09:00 – innleiðandi riðlar og juniormeistarstevna
  • Leygarkvøld 9/5 kl 18:00-20:00 – finalur í føroyameistarstevnuni
  • Sunnumorgun 10/5 frá kl 09:00 – innleiðandi riðlar og juniormeistarastevna
  • Sunnudag 10/5 kl 16:00-18:00 – finalur í føroyameistarastevnuni

Kringvarp Føroya sendir beinleiðis frá finalunum í føroyameistarastevnuni fríggjadag og leygarkvøld, umframt at tað fer at bera til at fylgja við úrslitunum ‘live’ á www.livetiming.se, og á www.svimjing.com/live. Hartil verður mest sannlíkt viðmerkingar og líknandi at lesa á heimasíðunum hjá føroysku svimjifeløgunum www.fsvim.com, www.susvim.com og flot.info, umframt á www.ssf.fo og www.svimjing.com

Heilsan
Jon Hestoy
Svimjisamband Føroya

One thought on “Tíðindaskriv frá SSF, um JM/FM 2009”

  1. Tað er væl gjørligt at gerast Juniormeistari um tú er junior ella yngri ?
    Hvat við juniormeistaraskapinum um nú bert 6 svimjarir ella færri eru tilmeldaðir, verður juniormeistarin so funnin um kvøldið í finalunum? Tað sama er væl galdandi í liðsvimjingunum ?

Leave a Reply to TresholdCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.