3 heimsmet afturat í Moskva

Anastasia Zueva betraði eitt sindur meira um sítt nýggja heimsmet í 50 rygg, við at svimja 27.47 í finaluni har hon í innleiðandi svam 27.48. Og Yuliya Efimova setti heimsmet tvær ferðir í 50 bringu, við fyrst at svimja 30.23 í semifinaluni, har heimsmetið hjá avstalsku Jade Edminston var 30.31, og síðani í finaluni at svimja 30.05. Les SwimNews.com

One thought on “3 heimsmet afturat í Moskva”

  1. Prilukov svam 7:47,65 í 800m frí á russisku meistarastevnuni, tað er bert 1,01 sek frá hansara egna evropeiska metið á teininum sum hann svam til HM í Montreal 27 juni í 2005.
    Í 2008 (OL ár) var besta tíðin hjá russanum 7:47,79 so ikki kann sigast annað enn at hann er komin væl í gongd aftur. Eg giti at í summar skal ein niður undir 7:47,0 bara fyri at fáa heiðursmerki til HM í Rom á 800m teininum.

Ger viðmerking