Birita Debes 27.70 í 50 frí

Hatta ljóðar fyri meg sum mest ófatiliga úrslit frá Meistarastevnuni í morgun – eisini hóast at eg eri við til at venja hana í tí dagliga. Rúni sigur at hon hevði ein ótrúliga góðan start, og hareftir lang og góð tøk, til tey at enda gjørdust eitt sindur stutt vegna møði. Besta tíð hjá Biritu er 29.58 áðrenn hetta, sum hevði givið eitt 29. pláss á danska styrkismetingarlistanum fyri gentur árgang 1995. Men nú er hon so skjótari enn nummar fýra á listanum, har nr 1 svimur 27.22. Og í Føroyum eru tað vist nokk bara Shaila, Guðrun og Elspa sum hava svomið skjótari 🙂

CIMG5801

6 thoughts on “Birita Debes 27.70 í 50 frí”

  1. Á ja, oyggjaleikakravtíðin var 27.73. Tað er ov seint at klára hana nú, og hartil svimja bæði Guðrun og Shaila skjótari. Men tað er væl stuttligt allíkavæl 🙂

  2. Poula Ø. M. svam ein sera flottan 100m blandað sum leggur hana inn sum nr.5 á DK rankings, og tá ið hennara bringusvimjing (my humble opinion), sum annars riggaði væl í kvøld í 100m bringu, kemur uppá pláss í blandað, ja so strúkur hon til toppin beinan vegin. Ja hon er jú saman við Biritu nær toppinum longu nú í 50m rygg.

    Johan H. væl við í 50m bringu, sera væl við í 50m firvald og so tað sum frøðir meg mest, 100m firvald, hann vísir nú rætta styrki í tí sum er longur enn 50m Jawohl Johan, koyr á…..

    Og hann sjálvur Eyðbjørn, hvar liggur hann nú í 100m, 200, 400, 800, 1500m frí, og til nú 50m bringu ? Just asking, ja umframt mangar góðar tíðir sum hann hevur í ymiskum teinum. Og so eru teir sum fyrr nevnt av Róki, fleiri føroyskir 96’arar sum mynda toppin av dk rankings.. jajajaja nice.

    Ja har eru fleiri, Tanja við sínari bringusvimjing td. 1:21,84 í 100m frá seinasta vikuskifti, greitt No.1. Annars í 50m, greitt nr.1 as well tjubang!!!

    Guðrun frá sínum fyrsta túri í 4×50 liðsvimjing 30:08 nú í vikuskiftinum (3. pláss á dk. rankings) og hennara 50m rygg kom væl upp á listan í dag.

    Hetta eru altso bara tey eg líka kom í tankar um beint nú, har eru fleiri, sorry at eg ikki havi meira tíð, tykur eru ikki gloymd.

    Tað eg vil fram til er, at okur hava nógvar sera evnaríkar ungar svimjarar, og um okur venjarar, SSF og føroysk svimjifeløg í felag gera bara okkurt rætt, so er framtíðin væl bjørt, ella hvat ?

    1. Gott at fáa eitt sindur av briefing her, av kantinum í Klaksvík. Eg eri eitt sindur sperlaður her á Toftum, og havi tveir dreingir rennandi runt í stovuni 🙂

      1. Cecilia Eysturdal úr Ægir heldur á fram at imponera, eg kundi SPARKA meg sjálvan fyri at gloyma hana… SO SORRY.
        Minnast tykur hvat føroyska metið í 200m frí hjá kvinnum var í 1997 tá ið okur fóru til OYL á Jersey ? Ella tað í 800m ?
        Her er ein ung genta sum er væl, ja sera væl við í DK rankings í 200m, 400m og 800m frí, og so hevur hon jú sjálvandi svomi seg inn í hjarta mítt ;)….. og so gloymdi eg hana.. ikki eitt eyga verður turt í nátt.

        Góða halt á fram at “sparka reyv” Cecilia 😉

  3. Cecilia svimur super 🙂 knasandi tíðir, hon er jú bara årg 96, tíðirnar tala bara fyri seg. Eg undrist bara hví tað verur so lítið skriva um hana her inni á svimjing 🙂 hon er ein av teimun, sum hevur haft størsti frámgongd hjá teimun ungu daminum, hon er bara góð í øllum, baði langum teinum, og stuttun. flott Cecilia… ein onnur Elspa Mørkøre hihihi.

    1. Tað er bara at skriva. Hjá mær rýkur tíðin við at telja upp heiðursmerki og leggja út myndir og video, og so krutla okkurt saman um tey sum eg sjálvur haldi vera mest uppløgd. Men um onkur verður gloymdur, so mugu tit so hjartans gjarna skriva 🙂

Ger viðmerking