SSF setur forboð ímóti at klára kravtíð í ‘time trial’ ella við millumtíð

Góðu tit

Ásannandi at støðan sum hon hevur verið, har millumtíðir verða góðkendar sum kravtíðir, hevur starvsnevndin tikið hesa avgerð, ið er galdandi fyri kravtíðir frameftir:

Kravtíðir:
Við gildi fra 20. apríl 2009 eru hesar reglur galdandi:

  • Tíðir frá sonevndum “time trials” verða ikki góðkendar.
  • Millumtíðir (splittíðir) verða ikki góðkendar. Tó kann 1. skifti í liðsvimjing verða góðkent.

Komandi stóra úttøkukappingin er FM og starvsnevndin ynskir við hesum at tryggja sær at kappingarnar longri enn 50 verða svomnar sum tær eiga, ikki brotnar sundur av royndum at náa kravtíðir á styttri teinunum.

Heilsan
Jon Hestoy
Svimjisamband Føroya

3 thoughts on “SSF setur forboð ímóti at klára kravtíð í ‘time trial’ ella við millumtíð”

  1. Hvussu er so, um ein ætlar at taka met í t.d. 50m bringu í einum 100m bringu ?? Verður metið so ikki góðtikið ?? Har stendur jú, at tað bara er kravtíðirnar, ið ikki verða góðkendar !!

  2. Nú verður spennandi til FM, er tað metið hjá Asbjørn tú skal eftir nú Kári ? 🙂
    Skemt til síðis 🙂

    Eg trúgvi at tað bert er til Landsliðskravtíðir, altso til størri altjóða kappingar.

    Ímynda tær tilmelding í: 50m, 100m, 200m 400m, 800m & 1500m til FM bert fyri at klára ein kravtíð til EM ella HM í 50m frí 😉

  3. Havi fingið ein uppfylgjandi spurning, har seinasti partur kann tykjast ógreiður:

    – Millumtíðir (splittíðir) verða ikki góðkendar. Tó kann 1. skifti í liðsvimjing verða góðkent.

    Hetta skal skiljast soleiðis, at um svimjari klárar kravtíð í 1. skifti í liðsvimjing verður hon góðkend.

    Avgerðin hjá starvsnevndini er tikin fyri kravtíðir, ið eru settar fyri at verða úttikin til ymisk lið hjá Svimjisambandinum.

    —-

    Starvsnevndin ynskir at tær kappingar, ið eru longri enn 50 metrar verða svomnar fyri at náa best møguligt úrsliti í tí kappingini, ikki náa eina kravtíð í einum stytri teini.

Leave a Reply to HestoyCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.