Meistarastevnan fyri Ung 2009 sæst nú á LiveTiming

Árliga Meistarastevnan fyri Ung byrjar í kvøld í Klaksvík, har okkara yngru svimjarar fara at kappast um at gerast føroyameistarar í bólkum 1, 2 og 3. Svimjisambandið hevur bílagt sær ‘live timing’ til stevnuna, og tey skjótu hava tí kanska longu uppdagað, at startlistar og riðlabýti eru at síggja her á livetiming.se. Til ber at fylgja við tíðunum ‘live’ her, frá umleið kl 19:30 í kvøld, umframt á www.svimjing.com/live.

Tíðarætlanin er annars:

  • Fríggjadagur 24 apríl – Upphiting kl. 18:30 – Kapping kl. 19:30
  • Leygarmorgun 25 apríl – Upphiting kl. 09:00 – Kapping kl. 10:00
  • Leygardagur 25 apríl – Upphiting kl. 15:00 – Kapping kl. 16:00
  • Sunnudagur 26 apríl – Upphiting – kl. 13:00 Kapping kl. 14:00

One thought on “Meistarastevnan fyri Ung 2009 sæst nú á LiveTiming”

  1. Rúni fortaldi mær har norðuri frá, at tey hava útsett kappingarnar nú seinnapart leygardag, av tí at har vóru ávísar seinkingar í morgun. Tey byrja tí fyrst við upphiting nú kl 16, og kappast so vælsagtans frá kl 17 av.

Ger viðmerking