Alain Bernard fyrsti maður undir 47 sekund

Franski Alain Bernard hevur í dag sett heimsmet í 100 frí á langgeil, tá ið hann á fronsku meistarstevnuni svam 46.96, har heimsmetið hjá Eamon Sullivan var 47.05. Hann gjørdi hetta í nýggju ‘superdraktini’ Arena X-Glide, í semifinaluni í 100 frí. við splitt-tíðum 22.35 og 24.59. Les SwimNews.com

3 thoughts on “Alain Bernard fyrsti maður undir 47 sekund”

  1. A ja, hann sjálvur á SwimNews er sjálvsagt farin í sjálvsving, nú handan X-Glide ikki hevur verið testað áðrenn svimjingina, við hesari viðmerking í L’Equipe frá forsetanum í svimjifelagnum hjá Bernard: “This suit has all the same characteristics of the approved suits. It complies with the Dubai Charter. It is impossible for this suit not to be approved unless FINA changes the regulation”
    http://www.swimnews.com/news/view/6819

  2. Í grein í The Australian ivst hann og Sullivan í, um tað er Bernard sum er blivin betri, ella um tað er draktin. Sjálvur heldur hann at Sullivan eigur eina tíð undir 47 í sær, eisini um hann skal svimja í ‘gomlu’ Speedo LZR.
    http://www.theaustralian.news.com.au/story/0,25197,25382042-2722,00.html

    Á ABC News stendur rættiliga áhugavert, at Bernard valdi at svimja í gomlu draktini í finaluni “to see what I was able to do with the old suit”. Tá svam hann 47.51, og vann silvur aftanfyri Fred Bousquet við 47.15.
    http://www.abc.net.au/news/stories/2009/04/25/2552466.htm

  3. Soleiðis lesi eg í øllum førum hesa grein:
    http://www.swimmingworldmagazine.com/lane9/news/20965.asp?q=Bernard%20World%20Record%20Must%20Not%20Be%20Approved%20By%20FINA

    Yvirskriftin er ógvuliga bersøgin – “Bernard World Record Must Not Be Approved By FINA” – og teir staðfesta eisini mitt í greinini (sum annars mest er citat), at “FINA rules that govern suits clearly state that a suit must be approved by FINA for a world record to stand.”

    Har eru longu nógvar áhugaverdar viðmerkingar, og har koma sikkurt fleiri.

Ger viðmerking