Tað var rómur í allari høllini, frá øllum feløgum, nú Andrass Thomsen kláraði at kvalifisera seg til Oyggjaleikir á Álandi, við tíðini 4:04.30 í 400 frí. Og løtu seinni var ikki minni rómur, tá ið bæði Birita Debes og Poula Ø. Mohr og Bjørg Seloy svumu undir oyggjaleikakravtíðina í 50 rygg, við ávíkavist 30.41, 30.83 og 30.88. Og 13 ára gamla Birita enntá so mikið skjótt, at tað eisini var undir kravtíðina til heimsmeistarastevnuna í Rom í summar.
(Dánjal Martin og Kári fegnast um at Andrass hevur klárað kravtíðina)
Løtu seinni svam Pauli Ø. Mohr við tíðini 52.76 seg eisini undir oyggjaleikakravtíðina í 100 frí, og at enda sloppu rygg-genturnar aftur at kappast um tey plássini í 50 rygg á Oyggjaleikum, í 4x50 blandað stafettini, við tíðunum Birita 30.69, Bjørg 31.02 og Poula 31.07. Har er altso harður kampur um serliga annaðplássið, og einki er tí avgjørt fyrr enn tær hava svomið 100 rygg, í fyrstu kapping í morgin seinnapart.
(Poula fær klemm frá Hildur, eftir teir 50 rygg)
Nýggjar viðmerkingar
19 tímar 13 min síðani
5 dagar 11 tímar síðani
5 dagar 12 tímar síðani
5 dagar 12 tímar síðani
5 dagar 17 tímar síðani
5 dagar 18 tímar síðani
5 dagar 18 tímar síðani
5 dagar 18 tímar síðani
5 dagar 20 tímar síðani
5 dagar 22 tímar síðani