Kunning um bólkabýti, bólkaskifti, juniormet, v.m.

Frá SSF/Svimjinevndini

Við virknaði frá 1. sept. 2008 er fylgjandi galdandi:

1. Bólkabýti:

Bólkur 3 dreingir eru: dreingir ið fylla 12 ár í kalendaraárinum, og yngri.
Bólkur 3 gentur eru: gentur ið fylla 10 ár í kalendaraárinum, og yngri.

Bólkur 2 dreingir eru: dreingir ið fylla 13 ár, og í mesta lagi 14 ár, í kalendaraárinum.
Bólkur 2 gentur eru: gentur ið fylla 11 ár, og í mesta lagi 12 ár, í kalendaraárinum.

Bólkur 1 dreingir eru: dreingir ið fylla 15 ár, og í mesta lagi 16 ár, í kalendaraárinum.
Bólkur 1 gentur eru: gentur ið fylla 13 ár, og í mesta lagi 14 ár, í kalendaraárinum.

Junior dreingir eru: dreingir ið fylla 18 ár í kalendaraárinum, og yngri.
Junior gentur eru: gentur ið fylla 16 ár í kalendaraárinum, og yngri.

2. Bólkaskifti:

Bólkaskifti fer fram um árskifti.

T.v.s. at svimjari endar í ávísum bólki 31. desembur, og byrjar í nýggjum 1. januar, árið eftir.

3. Juniormet:

Juniormet kunnu setast av svimjarum ið lúka treytirnar at verða junior, ið eru nevndar omanfyri.

Í samband við nýggja bólkabýti, og fyri at leggja eitt ávíst støði, eru harumframt ásettar hesar kravtíðir:

 

50 m

100 m

200 m

400 m

800 m

1500 m

4×50 m

4×100 m

4×200 m

Firvald gentir

0:30,79

1:11,33

2:34,58

 

 

 

 

 

 

Firvald dreingir

0:26,10

1:00,33

2:18,47

 

 

 

 

 

 

Rygg gentir

0:32,02

1:09,67

2:30,56

 

 

 

 

 

 

Rygg dreingir

0:27,50

1:00,15

2:09,40

 

 

 

 

 

 

Bringa gentir

0:36,16

1:18,42

2:42,18

 

 

 

 

 

 

Bringa dreingir

0:31,69

1:09,67

2:31,33

 

 

 

 

 

 

Frí gentir

0:27,93

1:01,93

2:15,43

4:44,74

9:35,41

18:46,73

2:02,12

4:31,75

9:50,21

Frí dreingir

0:24,45

0:53,93

1:59,76

4:14,95

8:54,76

16:13,50

1:49,32

3:59,96

8:52,44

Blandað gentir

 

1:10,82

2:29,95

5:18,63

 

 

2:15,17

4:57,88

 

Blandað dreingir

 

1:02,57

2:16,41

4:48,41

 

 

1:59,41

4:22,15

 

Tað áliggur svimjifelagnum, hjá tí metsetandi svimjaranum at fráboða nýggj met.

4. Met- og nálafráboðanir:

Øll met skulu fráboðast til Reidar Simonsen: [email protected]

Um svomið er í “nálatíð”, skal hetta somuleiðis verða sent til Reidar Simonsen: [email protected]

Úrslitalistar frá øllum svimjistevnum, skulu somuleiðis sendast til Reidar Simonsen: [email protected] og áliggur hetta felagnum ið fyriskipar svimjistevnuna.

Hevur svimjari luttikið ið kapping uttanlanda, og har uppnátt tíð, ið kann verða met- ella nálatíð, áliggur tað felagnum hjá viðkomandi svimjara, at senda úrslitalista ið er váttaður av avvarðandi høvuðsdómara, til Reidar Simonsen: [email protected]

Met ið ikki uppfylla allar omanfyri nevndu ásetingar, eru/verða ikki viðurkend.

Sama er galdandi fyri “nálatíð”

Um onkur er vitandi um at svomið er í mettíð/nálatíð, og hetta ikki sæst á metlistanum. Vinarliga royn at fráboða av nýggjum.

SSF/Svimjinevndin

2 thoughts on “Kunning um bólkabýti, bólkaskifti, juniormet, v.m.”

  1. Hevur svimjari luttikið ið kapping uttanlanda, og har uppnátt tíð, ið kann verða met- ella nálatíð, áliggur tað felagnum hjá viðkomandi svimjara, at senda úrslitalista ið er váttaður av avvarðandi høvuðsdómara, til Reidar Simonsen: [email protected]

    Eingin nýtir ein úrslitalista meira annað enn í digitalari versión, hví skal ein digitalur úrslitalisti frá einum donskum meistaraskapi nú ikki vera líka góður sum ein føroyskur? Tá ið ein kapping er góðtikin av yvirdómara, so er úrsliti góðtiki, hví skal ein føroyingur so hava eitt dokument uppá at dómarin meinar tað um tað nú er uttan fyri Føroyar?
    Er tað tí at onkur meinar at WinGrodan er føroyskt ? Ella meina okur at okkara “stabur” av hjálparfólki er betur og meira álítandi enn í útlandinum? Eg skilji als ikki hendan mátan at gera tað uppá, hatta minnir meg um 29 ára gamlar reglar frá SSF “pre-computer” tíðini.

    1. Ein frágreiðing frá Hestoy pr tlf er komin, men vónandi kann hon skrivast her, altso frá SSF, og ikki frá mær.

Ger viðmerking