SuSvim og Suðurrás savna inn til svimjihyl

Sum tit kunnu lesa her á sudurras.fo, so hevur ein bólkur av sjálvbodnum í eina tíð arbeitt við at fáa bygt ein 50 metra svimjihyl í Vági, sum skal brúka avlopshitan frá SEV-verkinum har. Nú hava tey so stovnað eina serliga stuðulskonto í Suðuroyar Sparikassa, “har tú, títt felag ella tín fyritøka kann seta inn pengar, sum óskerdir fara beinleiðis til fyrireikan av 50 m. svimjihyli til Suðuroyar Svimjifelag”. Allir persónar, feløg og fyritøkur, sum stuðla við yvir 5.000 kr. verða nevndir á yvirliti her á Suðuroyarportalinum, ið fyrsta 1½ tíman fór upp um 10.000 kr.

Ger viðmerking