Endursending: “Vit mugu hava ein 25m-hyl”

Apropos at Jón Bjarnason og onnur nú ferð eftir ferð hava víst á tørvin á einum 50 metra hyli, samstundis sum Kringvarpið spyr Jon Hestoy, formann í Svimjisambandi Føroya, hví vit ikki arbeiða meira fyri at fáa ein sovorðnan hyl, so havi eg hug at fara aftur í søguna, eftir hesari greinini frá gomlu heimasíðuni hjá Svimjifelagnum FLOT, sum eg legði út tann 5. desember í 2005. Tíðin er broytt nógv, síðani vit í Eysturoynni veruliga gjørdu galdandi í føroysku kappingini, og teksturin er tí tíverri nærmast ein spádomur um gongdina síðani tá …

Vit mugu hava ein 25m-hyl
flot.info tann 5. desember 2005

Um tað veruliga er komið hartil at ‘vanlig’ fólk eru farin at kaga inn á hesa síðu, so má eg heldur koma við hesum upprópi: Vit í Eysturoynni mugu sum skjótast hava minst ein góðan 25 metrar hyl, og gjarna ein 50 metrar hyl. Annars er tað rættasta vit kunnu gera, at viðmæla okkara bestu talentum at fara aðrastaðni at venja, í øllum førum partvíst. Til Klaksvíkar ella uttanlanda ella hvat veit eg; men ikki bara halda á at tvassa í hesum dunnuhyljunum.

Um vit leggja svimjiúrslitini hjá Eysturoynni saman, so eru vit so klárt á odda í Føroyum, og rættiliga sterk eisini tá ið hugt verður at dønum. Elspa er nóg nógv nevnd, men sum sagt ein gøtugenta sum noyddist til Fuglafjarðar at venja. Í FLOT svimur rituvíkingurin Beinir Danielsen, Føroya skjótasti bringu-, firvald- og frísvimjari, sum tíðliga noyddist til Toftir at venja tí at hann ikki fekk ligið strektur í hylinum hjá runavíkingum. Í rygg er skjótasti svimjari Kári á Høvdanum; enn eitt gøtubarn í útlegd í Fuglafirði.

Og fuglfirðingar duga eisini sjálvir. Saman við Kára eiga teir nú metini í 4 x 50 frí og 4 x 50 blandað hjá dreingjum í bólki 5, og hava harvið skúgvað kempur sum Eivind Eysturoy og Kristoffur Hentze og Dia Jacobsen til viks. Tey hava Elspu og Karinu, og yvirhøvur ein hóp sum ikki hevur haft sín líka í føroyskari svimjisøgu. Í øllum førum ikki tá ið tosað verður um hvat kann kroystast í ein 16m-hyl.

Í Leirvík hava tey upp á trý ár skrumplað saman eitt svimjifelag sum hølvar alt av í yngstu deildunum. Har er eitt ótal av talentum runt lýsandi stjørnuna Turið Christiansen, sum síðsta ár tók øll (!) met í bólki 1, frá øðrum góðum eysturoyingum sum Poulu Ø. Mohr og Elspu.

Her eru so nógvir aðrir góðir svimjarar, sum eg gloymi at nevna tí at hini yvirskugga: Svein Magnason, Hildur á Fløtti, Astrid Foldarskarð, Birita Debes, Pauli Ø. Mohr, Jákup Øssurson, Kirstin Rasmussen, David Simonsen, Karina Petersen, Heidi Strømsten, Anita Højgaard, Heðin L. Olsen. Svimjarar sum vit eru von við at hoyra sum heiðursmerkjavinnarar.

Og líka nógv talent eru givin bara tey seinastu 3 árini. Serliga skrællið hjá Skeggjum neit fast, tá ið tey noyddust at niðurleggja fyrstaliðið. Men eisini á Toftum hava vit følt sviðan við at missa svimjarar sum Arnhold Davidsen, Jóan Símun Edmundsson og Remi Langgaard, sum domineraðu tá ið teir svumu. Fyri ikki at tala um Per S. Hansen, føroyskur meistari trý ár á rað í bringusvimjing hjá seniorum, hóast hann fyrst nú í heyst hevði aldur til bólkin.

Eg fari ikki at geva hallarstøddini alla skyldina; men tað vildi gjørt tað ólíka nógv lættari, um vit høvdu bara éin 25m-hyl her í oynni. Tú fært ikki meira enn 12 svimjarar í ein 16 metrar hyl við trimum geilum, um tú skalt hava rímiligt glopp á 5 sekund ímillum hvønn svimjara. Hetta er dýrt í venjarum, og ger sjálvsagt at liðini sum heild eru viðbrekin fyri at falla í fátt, bara nakrir fáir svimjarar gevast ella missa hugin at venja seriøst.

Vit klára okkum týðiligvís fínt við hesum, í mun til aðrar føroyingar; men vilja gjarna gera tað betur. Og tí mugu vit hava møguleika at fáa samlað hesar svimjarar, regluliga, undir umstøðum sum minna um tær teir møta í kapping. Tað vil siga annaðhvørt eina hyljalongd á 25 ella 50, ella bæði, alt eftir hvar ið vit ynskja at gera okkum galdandi.

Um eitt lítið hálvt ár letur undirsjóvartunnilin upp til Norðoyar, og tá fara vit vónandi at ferðast í nógv størri mun norður til Klaksvíkar at venja. Men lat tað nú ikki blíva til at Eysturoyarfeløgini við tíðini bara bløða burtur, tí at talentini fara til Klaksvíkar. Vit hava brúk fyri minst einum sterkum felag eisini her í oynni, um vit skulu varðveita eina sunna innanlanda kapping. Fyri at siga tað upp á ein annan máta, so mugu Klaksvíkingar klára seg sjálvar 😉

Persónliga vænti eg, at endaliga ‘eysturoyarfelagið’ verður har sum fyrsti 25 ella 50 metrar hylur verður bygdur. Ikki fyri at hótta borgarstjórarnar her í grannalagnum; men um fuglfirðingar taka seg saman til at byggja eina ordiliga høll, so verður tað har sum eg vil viðmæla okkara bestu svimjarum at venja. Ikki bara tí at tey (FS) eru best beint nú, men tí at har tá eru umstøður sum minna mest um tær tey møta í kapping.

Ein høll við rímiligum áskoðaraplássum vildi merkt at vit regluliga fingu innanlanda meistarakapping til Eysturoyar. Ein 50 metrar hylur vildi sum er garanterað okkum ta veruligu meistarakapping, sum vit í løtuni ikki fáa havt í Føroyum. Tí 25 metrar eru ‘bara’ ein stutthyljakapping í FINA-høpi. OL og tær veruligu meistarakappingarnar sum HM og EM eru allar á 50 metrum.

Noy nú havi eg brokkað meg nokk. Ynskið er tugt og tanlað av mær og øðrum, men allíkavæl meira viðkomandi enn nakrantíð. Og tá eru vit slettis ikki komin til at vit øll hava gott av at svimja – eisini tey sum ikki sleppa í hylin á Toftum tí at FLOT hevur hamstrað allar tíðirnar. Svimjing er sunt, eitt krav í fólkaskúlanum, og í heilum enntá lívbjargandi. Tað burdi sagt alt.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.