Endursending: “Neptun vil byggja svimjihyl”

Her er ein onnur grein av gomlu FLOT heimasíðuni, frá 13. desember 2005, um hvussu svimjifelagið Neptun í Runavík ætlaði at byggja ein 25 metra hyl í kommununi. Dimmalætting skrivaði um ætlanirnar, og nevndin í Neptun royndi eisini veruliga at fáa nakað at henda. Men tað er alt søga nú, og Runavík er tí enn tann nógv størsta kommunan í Føroyum uttan svimjihyl, hóast fólk í kommununi hava biðið um hann síðani 60-ini.

Neptun vil byggja svimjihyl
flot.info 13. desember 2005

Í áhugaverdari grein í Dimmu í gjár, skrivar Jákup Bogi Joensen at svimjifelagið Neptun á Glyvrum vil byggja 25m-hyl í kommunu ongantíð for skjótt. Og lat meg heldur beinanvegin skjóta uppí, at eg haldi at vit í FLOT øll stuðla átakinum við fullum huga.

Svimjifelagið Neptun varð stovnað einaferð miðskeiðis í 60-unum, við fyrst og fremst í endamáli at fáa svimjihyl bygdan. Pengar vórðu savnaðir inn, og grundstykki varð fingið til vega; men tó so datt arbeiði niðurfyri aftur einaferð miskeiðis í 70-unum.

Nú fyri einum tveimum vikum síðani kallaði gamla nevndin so inn aftur til fundar. Felagið varð endurstovnað, og nýggj nevnd varð sett at arbeiða við sama endamáli – at fáa svimjihyl til borgararnar í Runavíkar kommunu.

Men nú arbeiða tey fyri at fáa ein 25 metrar hyl, heldur enn upprunaligu ætlanina um ein 16,7 metrar hyl. Tey eiga rættiliga fitt av peningi á bók, umframt áðurnevnda grundstykki, og nú skulu tey so til at samráðast við kommununa.

Vit høvdu sjálvi einar 2 nevndarlimir úr FLOT á aðalfundinum… at vita hvat ið hetta var fyri nakað, við hesum Neptun. Og onkur úr Neptun hevur eisini síðani sett seg í samband við okkum, nú teir skulu til at seta upp ætlanir fyri hylin osfr.

Og um nakar skuldi ivast, so er eingin ‘krisa’ her ella líknandi. Alt er tann reina idyl – vit vilja gjarna hjálpa um vit kunnu, og ynskja annars yvirhøvur teimum í Neptun alt tað besta við ætlanini.

Eisini um tað skuldi endað við, at vit fingu ein kappingarneyta í køkshavanum 😉

Ger viðmerking