Pál danskur meistari og norðurlendskt met

So var endiliga slutt við silvurheiðursmerkjunum, nú Mads Glæsner hevði spart seg fyri 800 frí, og Pál Joensen tí svam seg trygt til danska meistaraheitið, umframt at taka norðurlendska metið frá Glæsner. Mads Glæsner átti metið á 7:56.21 frá kapping í Ballerup í februar, men Pál betraði tað so í dag við næstan tveimum sekundum, til 7:54.40. Jón Bjarnason var ikki tó heilt nøgdur við avrikinum, av tí at Pál var ov spenntur, og tí legði út við ov títtum armtøkum. Ein feilur vegna væntandi langhyljavenjing, sum merktist aftur móti endanum, og sum tí kostaði eini 4 sekund. Men hvat? – hann vann kappingina, og setti metið 🙂

Mona royndi sum kunnugt eftir HM kravtíðina í 1500 frí, sum er 17:32.36 í langhyli, men kláraði her tíverri ikki at svimja við nóg títtum tøkum, og endaði tí á 17:57.61. Men hon hevur so fleiri kjansir, bæði á oyggjaleikaúttøkustevnuni í Tórshavn, næsta vikuskifti, og á føroysku meistarastevnuni í mai mánaða. Og hendan tíðin, 17:57.61, var so klárt føroyskt met, og fyrsta føroyska kvinna undir 18 minuttir á langbana, har hennara gamla met var 18:06.49, frá innleiðandi kappingini á hesari donsku meistarastevnuni.

Og Elspa, stakkalin, hon slapp tíverri ikki við til HM á hesum sinni. Kravið var at hon sum partur av 4×100 blandað liðsvimjingini skuldi svimja 100 rygg í tíðini 1:01.86, fyri at koma við til heimsmeistarastevnuna í Rom í summar. Høllin í Esbjerg var eisini øll við uppá at hon skuldi klára tað, við tað at hetta jú nú er hennara heimabani. Men tað gekk tíverri ikki eftir vild, tíðin gjørdist 1:02.90, eitt lítið vet spakuligari enn í einstaklingafinaluni í 100 rygg, og síðstu kjansurin hjá Elspu reyk tí her. Og hon vann ikki ein gang eitt heiðursmerki, við tað at bringusvimjarin gjørdi firvaldabein, og teirra stafett tí varð kolldømd.

7 thoughts on “Pál danskur meistari og norðurlendskt met”

  1. Tillukku vid úrslitinum og metinum eisini, ikki so galid at seta met vid 2 sek, og vita man kann gera tad enn betur, burdi gjørt tad meira hugaligt at vant hasar mongdirnar, id eg skilji Pál ger.

  2. Tey halda her at Pál átti metið eisini áðrenn, hóast Glæsner tók tað frá honum í februar:

    Svømmeren Pál Joensen formåede i aftenens 800 m fri finale at sætte nordisk rekord i tiden 7.54,40.
    Pál forbedrer derved sin egen nordiske rekord på distancen med halvandet sekunder.
    Et stærkt løb af den færøske svømmer, som stiller op ved disse langbanemesterskaber for Aalborg Svømmeklub.

    http://www.svoem.dk/t2w_412.asp?id=3228&tid=12%2D04%2D2009+23%3A01%3A02

Ger viðmerking