Elspa valdi 200 rygg frá í morgun

Tíðindaskriv frá SSF

Tey siga úr Danmark at hon er væl fyri aftur, eftir at hava verið ússalig teir seinastu dagarnar; men valdi tó at spara seg í morgun, við tað at hon allíkavæl var í so langt frá HM kravtíðini í 200 rygg. So nú er síðsti kjansur hjá henni at seta kravtíð til heimsmeistarastevnuna í Rom, teir 100 rygg í 4×100 blandað stafett fyri WestSwim, seinnapartin í dag.

Hjá hinum føroyingunum gekk tað so-sum-so í morgun. Hildur royndi eftir oyggjaleikakravtíðina í 50 firvald, tá ið hon skuldi svimja 200 firvald, og kom aftur heilt nær við tíðina 31.01 sekund, har kravtíðin er 30.92. Men hetta var nokk ikki meira enn ein moralsk roynd, við tað at hon gavst eftir teir 50, sum tí ikki gjørdist nøkur offisiell millumtíð.

Poula Ø. Mohr svam 200 rygg í tíðina 2:42.12, sum var nakað verri enn hennara umroknaðu tilmeldingartíð á 2:37.25. Jón Hofgaard svam 200 bringu á 2:39.45, har hann á Reykjavík International í januar mánaða svam 2:39.42. So tað byrjar nokk at merkjast, eftirhondini, at tey nú hava verið til svimjikapping í seks dagar.

Seinnapartin eru tað so Pál Joensen og Mona Simonsen sum skulu svimja ávíkavist 800 frí og 1500 frí, umframt Elspa Mørkøre sum skal svimja 100 rygg í 4×100 metra blandaðari liðsvimjing. Øll kunnu væntast at svimja avbera skjótt, við tað at Pál sambært Jón Bjarnasyni fer eftir norðurlendska metinum í 800 frí, sum er 7:56.21, og tí at hinar báðar enn mangla at klára kravtíð til HM í Rom.

Síðsti partur av Danish Open 2009 byrjar kl 16:00, seinnapartin, har Pál Joensen svimur 800 frí umleið kl 16:15 føroyska tíð, Mona Simonsen 1500 frí umleið kl 16:58, og Elspa Mørkøre 100 rygg í 4×100 blandaðari liðsvimjing umleið kl 17:55. Fylgið við á www.svimjing.com/live

Vegna Svimjisamband Føroya
Rókur í Jákupsstovu
tlf 219754

Ger viðmerking