Elspa vunnið sítt triðja silvurheiðursmerki á Danish Open 2009

Tíðindaskriv frá SSF

Elspa Mørkøre megnaði í dag at svimja seg til enn eitt silvurheiðursmerki, hesuferð í 50 rygg, har hon fyrr á hesi donsku meistarastevnu hevur vunnið silvurheiðursmerki í 100 rygg og 400 frí, umframt bronsuheiðursmerki í 200 frí. Tíðin hjá henni var 29.56 sekund í hesum 50 rygg, har vinnarin Pernille Larsen hevði tíðina 29.20 sekund. Vit hoyra úr Danmark at Elspa hevur verið so væl fyri, hesar seinastu dagarnar, men hon má so royna alt tað hon kann, aftur í morgin, tá ið hon skal svimja 200 rygg, umframt 100 rygg í stafett fyri WestSwim. Hetta hon skal klára at kvalifisera við danska landsliðnum til heimsmeistarastevnuna í Rom í summar.

Mona Simonsen og Pál Joensen svumu seg hartil í morgun í finalurnar í ávíkavist 1500 frí og 800 frí, sum verða í morgin, páskadag 11. apríl, frá umleið kl 16:00, føroyska tíð. Mona fer væntandi tá at royna eftir kravtíðina til komandi heimsmeistarastevnu, meðan Pál væntandi fer at royna meira eftir norðurlendska metinum hjá Mads Glæsner, sum er 7:56.21. Mads Glæsner hevur sjálvur valt at spara seg fyri 800 frí í morgin, og Pál er tí klárur favorittur at gerast danskur meistari. Og um nakar skuldi ivast, so hevur Pál langt síðani kvalifiserað seg til heimsmeistarastevnuna í Rom í summar.

Lesið annars meira á www.fsvim.com, www.susvim.com og www.svimjing.com

Vegna Svimjisamband Føroya
Rókur í Jákupsstovu
tlf 219754

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.