Pál Joensen er (sum væntað) favorittur at vinna 800 frí

Mads Glæsner hevur spart 800 frí burtur, hesuferð, og Pál Joensen er tí klárur favorittur at vinna 800 frí. Jon Rud svam gott nokk bara 2 sekund spakuligari enn Pál, í teimum 800 innleiðandi, og betraði seg frá 8:24.56 til 8:21.96. Men Pál svam róligt, 8:19.79 har besta tíð hjá honum er 7:56.90, og spurningurin er tí mest, um Pál man fara eftir norðurlendska metinum hjá Mads Glæsner, frá Ballerup í februar 2009, sum er 7:56.21.

Her eru tað Jón og Jón og ‘Dallin’ sum eru ‘re-live’

(video strikað)
Pauli Ø. Mohr royndi eftir føroyska metinum í 50 frí, í flunkrandi nýggjari BlueSeventy drakt, sum eru nakrar av hesum mest kontroversiellu draktunum fyri tíðina. Talan er um meira ella minni eina elatunna vátdrakt, sum mótstøðufólk siga flýtur, og sum enntá skal kunna flóta enn betri tá ið svimjari er í draktini, við tað at hon á onkran hátt fangar luft millum svimjaran og draktina. BlueSeventy sigur sjálvsagt at hon er innanfyri galdandi reglur hjá FINA, og FINA hevur so ikki meldað nakað nýtt út, eftir at allar hesar ‘superdraktirnar’ skuldu latast inn til endurskoðan, nú tann 31. mars 2009.

Men líkamikið, Pauli kláraði tað so ikki hesuferð, hóast hann svam eina góða tíð á 24.77. Og metið er tí enn 24.56, hjá Kristiani Olsen, frá Reykjavík International í januar 2007. Dánjal Martin Hofgaard svam enn longri frá metinum, 26.38, og metið hjá Kristiani er tí trygt eina tíð afturat, við tað at hvørki Pauli ella Dánjal Martin kvalifiseraðu seg til hálvfinaluna, og heldur ikki (enn) til nakra langhyljakapping í summar.

Mona Simonsen royndi sum kunnugt eftir kravtíðina til HM í 1500 frí, men tað gekk opinbart heldur ikki eftir vild. Kravtíðin er 17:32.36, og hon svam 18:06.49, har hennara (vist nokk umroknaða) tilmeldingartíð var 17:43.15. Vit hoyra nokk skjótt frá Bjarnasyni, á www.susvim.com, hví tað ikki gekk heilt sum ætlað. Men (BREAKING NEWS)… eg síggi nú á livetiming.se, at har eru heilt nógvar frámeldingar frá finaluni í 1500 frí, og at 10. plássið hjá Monu tí allíkavæl er nóg mikið.

Seinnapartin er finala í 50 rygg, har Elspa Mørkøre eftir ætlan skal svimja sum næsti favorittur eftir Pernille Larsen. Men vit frætta tíverri úr Danmark, at Elspa møguliga ikki verður klár til kappinginga í dag, av tí at hon er eitt sindur illa fyri. So møguliga verður hetta fyrsti partur á donsku meistarastevnuni, har eingin føroyingur luttekur.

14 thoughts on “Pál Joensen er (sum væntað) favorittur at vinna 800 frí”

  1. Hvussu skjótt skal Pál svimja fyri at toppa World Rankings?
    Ella hava tykur eitt serligt ynski?

    Nú Mads ikki er við í 800m frí, so er eingin at pressa Pál. Eg veit ikki hvat Rud klárar, men nógv undir 8:10,00 verður tað sikkurt ikki.

    So kom við einum realistiskum boði uppá ein tíð hann skal royna at klára, so leggja okur ein plan eftir tí 😉

    1. Tað gevur 7:58,35
      Sjálvt eg kann svimja tað…
      Ejj seriøst, um hann svimur 100 firvald, og so 700 frí, so klárar hann min. 950 stig 🙂

  2. hann hevur forbetra seg svakliga nógv í øllum, so mann gerst freista at koma við einum svakligum boði til hendan svakliga suðuroyingin 😀

    VIT VILJA HAVA NORÐURLENDSKT MET 😀 😀 😀

    soe, 7:55:47 😀

    annars so ein sera spennandi og informativur filmur :-p tú muga keða tykkum nakað nógv!
    men annars so muss og klemm og gummibomm til allar okkara svimjarar herfrá!! … Og páskaregg 😉

  3. Er tað so ringt at síggja 7:50 ella 7:49 fyri sær ?

    Hvar er útfordringin ?

    Hann var 17 ár tá ið hann svam 7:56,90, og eg haldi sjálvur at nú hann hevur fingi koyrikort, so er hann vanur til meira fart..

    Hvør kemur við einari seriøsari, og realistiskari útmelding, ein hevur loyvi til at hugsa sjálvur hehe
    15:18 til 15:02 í 1500m… bob bob..

    Hvar høvdu okur veri í dag um Pál ikki tordi at hugsa stórt ? :o)

  4. jamen eg royndi bara at vera so orduliga sum møguligt! hehe, ætlaði at siga 7:52.. men tonkti “nei nei Randi, hann bað um eitt seriøst boð!” og so er tað hatta við rokningini hjá mær, eg prøvaði sum frægast at umrokna forbetringina í 1500 til eina forbetring í 800… Men tá fekk eg bara høvuðpínu avat royna at hugsa í ókendar banar…! 😛 so eg smekkaði bara til hehe 🙂 better safe than sorry hehehe..

    men okaj, so vil eg hopa at hann svimur 7:50:21
    gyyd enough for ya??

    1. Hann er við uppá tað Randi, okur leggja ein pace eftir 7:50,21 ella betur 😉
      Um hann klárar tað, so svimji eg heim 😉

      Pál er so fittur, at hann sigur at eg fái tíð til at venja fyrst, at eg ikki SKAL svimja tað beint nú 😉

      Evroparekordin hjá Yuri Prilukov frá HM 2005 í Montreal CAN er 7:46,64 now that would be a challange 😉

  5. Ok.
    Deiligt vid persónum sum tora at hugsa størri enn janteloven(fjanteloven) loyvir. Sum eg dugi at síggja, so førir ein Federico Colbertaldo frá Italien vid 07:51.65 Fina rankinglistan.
    Vil gjarna síggja Pál paca 58.5-58,8 í snitt!

  6. hvussu langa tíð fært tú at venja? 8 ár?… hehe, tað skal sku seriøs venjing til hahahaha!! so verður tað allarhelst tú sum mást taggast sum hin stongin tú veist!!

    nær koma tit heim aftur?

    og heilsa Páli at eg trúgvi uppá at hann kann gera mínar forvæntningar til skammar 😀

  7. Nú øll onnur….hmmm Randi, Jákup, Rókur og Jón….satsa stórt uppá at raka rætt við endaligu tíðini hjá meistarnum í morgin, er tað býtt at sita einsamallur eftir;) Hava Jonse70 og Haljand fingið tað ´ómøguliga´ at virka vendingunum, skuldu útlitini ikki verði heilt av leið……………JMPoulsen skýtur uppá 7.48 og skal man koma inná 1/100 partar, verður tað til 7.48.56 – just a feeling;)

  8. Mítt boð er at Pál ferð eftur metinum, hann ferð at svimja reint 7.50.00 Meistarin er troyttur, vikan hevur veri strævin hjá Páli, hann ferð at svimja 7.50.00 go Pál 🙂

Leave a Reply to rdjCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.