Shaila víðari til hálvfinalu í 50 frí

Shaila svam seg til eitt innleiðandi 9. pláss í 50 frí, við tiðini 27.54, 6 hundrapartar frá hennara bestu tíð, og er harvið komin víðari til hálvfinalurnar seinnapartin. Hildur á Fløtti svam eisini ógvuliga skjótt, 28.87 sekund, har kravtíðin til Oyggjaleikir er 28.28. Jón Hofgaard og Dánjal Martin Hofgaard svumu ikki heilt upp til sínar tilmeldingartíðir í 50 bringu; men Elspa er so víðari sum nr 2 í 50 rygg, og Poula Ø. Mohr betraði í somu grein um sína bestu tíð, frá 34.21 í januar til 33.27 í dag.

Í 100 bringu gekk tað eitt sindur misjavnt hjá føroysku kvinnunum, í øllum førum um man hyggur at tilmeldingartíðunum. Katarina betraði gott nokk meira enn 1 sekund um sína bestu tíð, frá 1:21.54 til 1:20.17, men Malan dragnaði frá 1:17.30 til 1:21.43, og tær høvdu nokk báðar ætlað sær at svimja um oyggjaleikakravtíðina á 1:17.56. Tað gekk heldur ikki so væl hjá Monu, sum svam 4:39.17 í 400 frí, har hennara besta tíð er 4:34.47. Men Elspa kom so víðari sum nummar 1 í 400 frí hjá kvinnum, frammanfyri Lotte Friis, ið sum kunnugt vann bronsu í 800 frí á OL í Beijing.

Seinnapartin verða tað altso Pál Joensen í 1500 frí finalu ímóti Mads Glæsner kl 16:00, Shaila millum Garðarnar í 50 frí hálvfinalu umleið kl 17:10, og Elspa Mørkøre í 400 frí finalu ímóti Lotte Friis umleið kl 18:14. Fylgið við á www.svimjing.com/live

2 thoughts on “Shaila víðari til hálvfinalu í 50 frí”

  1. Mona svam altso enn bert pace til sín 1500m, men tað gekk altso ikki heilt sum eg vildi.
    Hon skal halda seg á uml. 1:10,0 í snit pr. 100m fyri at klára kravtíð til HM. Altso 4:40 á 400m.
    Hon leggur ov hart út, og tá ið hon so setur ferðina niður, so svimur hon ov seint. Okur royna aftur seinni í kvøld at svimja eitt sindur av pace venjing, og so vóna okur tað besta til í morgin.

Ger viðmerking